Oddagrein: Heldur politikk enn fjant og fjas

Viðhvørt tykist politikkur fella á eitt rætt­iliga lágt støði.

Dømi um tað er, tá fyrr­ver­andi løgmaður vildi draga løgmann og Høgna Hoydal, landsstýrismann, til svars fyri at hava logið fyri Løgtinginum.

Sjálvandi skulu landsstýrisfólk ikki lúgva, og sjálv­andi skulu tey hava síni við­ur­skifti í lagi. Tað sum løgmaður førdi fram á Við­ar­eiði á tíðindafundi um russisku veið­una í Før­oy­um vóru ikki røtt tøl, og tað er ikki gott nokk av løgmanni og umsiting hans­ara, at tey ikki hava røttu tølini. Men tað merk­ir ikki, at hann royndi at villleiða – og hann kann ikki villleiða Løgtingið á ein­um tíð­inda­fundi. Tað skuldi so verið fjølmiðlarnar og Før­oya fólk, hann vildi villleitt, tó at tað líka­sum ikki gevur meining, tí fakta kann al­tíð prógvast. Og hitt málið viðvíkjandi Høgna Hoydal kann í besta føri kom undir at vera mis­mælt­ur, tí hann í sama andarátti tók tað í seg aftur, sum kundi skiljast sum um, at lim­ir­nir í utt­an­lands­nevnd­ini kundu greiða floks­fel­øg­u­num frá tí, ið far­ið er fram. Sjálv­andi kunnu teir ikki tað, og tað veit Høgni Hoydal eisini. Og tað vita øll tingfólk. Tí virkar tað eisini so undarligt at hoyra ting­fólk tosa um »eina loyniliga frágreiðing, sum tey ikki sleppa at síggja«. Soleiðis er skip­anin nú einaferð, og hvør flokkur hevur sítt um­boð í utt­an­lands­nevndini, sum kann siga sín­um floksfeløgum, um tað er í ordan, sum fer fram í uttanlandsnevndini, tó at tey ikki kunnu siga, hvat tað er, ið fer fram. Soleiðis er skip­anin, sum Løgtingið sjálvt hevur gjørt.

Tað er í fínasta ordan, at politikarar eru ó­samd­ir. Men tað má vera okkurt minsta­mark, onkur »bagatelgrensa«, hvørjum farið verð­ur eftir.

Fyri valið vóru samgonga og andstøða rúkandi ósamd um samstarvið við Russland. Andstøðan segði nei og samgongan fyri tað mesta ja. Nýggja samgongan er blotnað. Er ikki so avgjørd um, hvussu vit skulu revsa Russland fyri at drepa ósek børn, kvinnur og menn. Tey taka ikki líka stóra frástøðu frá bøðilinum Putin, sum áður. Vit kunnu siga, at andstøðan hevur partvíst vunnið stríðið um, at tað er ikki so farligt »at samstarva við tann feika«. Andstøðan hevur fingið landsstýrið at vera minni russaraóvinarligt. Hetta er farligt spæl, sum kann kosta nógv í komandi tíðum, tá vit verða dømd upp á gerðir okkara.

– Gevist við uttanumsnakki. Førið heldur politikk enn at keglast um fjant og fjas!