Oddagrein· Heppin gongd

Flestu okkara vóru vónsvikin, tá BP kunngjørdi, at Williambrunnurin var turrur. Hinvegin steðgar leitingin ikki, ”bara” tí at enn eitt hol er turt. Oljuleiting er langtíðarlig prosess, so seks brunnar eru ikki nakað stórt tal í einum stórum og nýggjum ókendum leitiøki sum Føroyar.

Í gjár frættu vit so, at samanlagda oljufelagið StatoilHydro fer undir eina risa verkætlan á landgrunninum í næstum. Felagið hevur gjørt avtalu við seismikkfelag um at skjóta seismikk í hundrað millióna klassanum. Hetta merkir, at norska oljufelagið, sum hevur verið eitt av teimum mest virknu í leitingini við Føroyar, nú av álvara fer undir at gera fyrireikingar til at bora aftur á landgrunninum. Tað eru góð tíðindi fyri okkara oljumyndugleikar.

 

At StatoilHydro nú sum eitt samanlagt og enn sterkari felag ger eina risaíløgu í kanningar á landgrunninum er eitt sera gott signal fyri føroyska oljuleiting sum heild, tí tað vísir, at oljufeløg hava ikki mist mótið eftir seinasta turra brunnin. Og hvør skuldi vita tað betur enn júst norska oljufelagið, at tað skal tol til. Á norska landgrunninum vórðu nevniliga boraðir meira enn 30 brunnar, áðrenn rakt varð við olju í rakstrarverdugum nøgdum. Og fyri at tað ikki skal vera lygn heldur, so vórðu boraðir einir 75 brunnar vestan fyri Hetland, áðrenn fyrsta oljuframleiðslan gjørdist veruleiki.

 

Í Føroyum skriva vit 2008, og higartil eru boraðir seks brunnar. Sum skilst standa tveir aftrat á skránni til 2009. ENI brunnurin er longu við at fara av bakkastokki, meðan enn ein brunnur, sum Chevron stendur fyri, nú skilst er komin á tekniborðið.

 

Vit hava tí orsøk til at fegnast, tá tað um framtíðar kanningar og boring ræður. Vit hava so eisini fingið eitt størri skotbrá til at gera kanningar av møguleikum og avleiðingum, sum ein komandi oljuvinna fer at fáa fyri føroyska samfelagið. Landsstýrið við oljumálaráðharranum Tórbirni Jacobsen á odda hevur sett sær fyri at fara undir hesar kanningar, soleiðis at vit sum samfelag, vinnuliga, sosialt, mentanarliga og í allar mátar eru væl fyrireikað, tá fyrsta oljan møguliga kemur upp – ja skulu vit gita, einaferð millum 2012 og 2015.

 

Sosialurin