Retorikkurin var eisini ógvuliga greiðir í fólkatingsvalstríðnum, tá floksins umboð gjørdu greitt, at hetta fór at vera hitt seinasta fólkatingsvalið í Føroyum, tí Føroyar fara at loysa seg úr ríkisfelagsskapinum í hesum fólkatingsvalskeiðinum, sum nú er.
Hesir tónar sampakkaðu illa við tað, sum Javnaðarflokkurin – serliga undir leisðu Aksel V. Johannesen – hevur staðið fyri, og tú kundi kanska hildið, at Tjóðveldi dyrgdi eftir einum samstarvi við Fólkaflokkin heldur enn við Javnaðarflokkin.
Nú løgtingsvalstríðið koyrir við fullari ferð er loysingarretorikkurin tó niðurtónaður. Eingin tosar um, at loysast skal í hesum valskeiðnum.
Fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, hevði eina heldur hvassorðaða tíðargrein her í blaðnum beint eftir fólkatingsvalið, har hann vísti á, at brádliga kravið um loysing í hesum valskeiðnum gjørdi, at Tjóðveldi tapti fólkatingsvalið og at Sambandsflokkurin gekk so nógv fram av óttanum um loysing.
Hann segði eisini, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki kunnu halda fram við samstarvinum, um Tjóðveldi heldur fast við kravið um loysing í komandi valskeiði – eitt púra órealistiskt krav, sum eingin annar flokkur á tingi við garanti tekur undir við.
Og líkt er til, at Tjóðveldi nú hevur tikið sær aðrar partar fyri. Ein fullveldissamgonga millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn er valla hugsandi enn á sinni. Mest upplagda samstarvið hjá Tjóðveldi er uttan iva enn sum áður Javnaðarflokkurin og Framsókn.
Eitt krav frá Tjóðveldi um loysing hevði tí verið uppsøgn av samgonguni. Men tað kravið tykist nú fánað – og harvið man sitandi samgonga vera fremsta valið hjá Tjóðveldi – hóast tað kostar, at loysingin er tikin av skrá.

ODDAGREIN: Hevur Tjóðveldi avlýst loysingina?

