Men prestur fer longur enn at rósa G! Festivalinum. Hann mælir til, at vit nú endurskoða okkara rúsdrekkalóggávu, soleiðis at tað fer at bera til at keypa vín og øl í vanligum matvøruhandlum. Hann sigur sum satt er, at føroyskur ungdómur er so búgvin og væl skikkaður, at ein eigur at líta ungdóminum til at umsita teirra egna lív. Verandi skipan virkar sum reint formyndarí og ger fólkið ómyndugt. Vit kunnu ikki annað enn geva hvalvíkspresi rætt. Hetta, at ein skal í Rúsina fyri at fáa hendur á teimum veikaru sløgunum er í roynd veru ein landaskomm. Hetta er eitt dømi um, at løgting og landsstýri, sum eiga núgaldandi rúsdrekkalóggávu, ikki hava álit á tí fólki, sum tey eru sett at stýra!
Landsins myndgukeikar eiga tí nú at fara undir at endurskoða rúsdrekkalóggávuna við tí fyri eyga at liberalisera tann partin, sum snýr seg um tey veikaru sløgini. Føroyingar eru ikki verri fyri at umsita sítt forrúk enn onnur fólkasløg. Í flestu ikki muslimskum londum ber til at keypa øl og vín í vanligum handlum. Eingin orsøk er til at óttast fyri, at ungdómurin kemur sær í vanda av eini slíkari skipan. Her hevur prestur rætt. Ein ungdómur, sum skikkar sær so væl kann saktans umsita eina meira liberala skipan. Eingin skipan varðar í ævir og einhvør skipan hevur gott av at verða endurmett. Nú er tíðin sambært hvalvíkspresti komin at endurskoða rúsdrekaskipanina og í hesum, um ikki í øðrum, eru vit samd við presti.