Oddagrein· Indiaferð og hvat so!

Herfyri var stór føroysk sendinevnd í India. Við í ferðalagnum vóru umleið 25 umboð fyri føroyskt vinnulív og síðani nøkur umboð fyri løgmansdeildina í Tinganesi við sjálvum løgmanni á odda.

Undan fráferðini greiddi løgmaður frá, hví tey høvdu tikið hetta stigið og hví man hevði valt júst India. Og hetta endurtók hann eisini eftir heimkomuna. Niðurstøðan var tann, at Føroyar hava brúk fyri at vera við í altjóðagerðini og at síggja, hvussu henda verður framd í verki. Mett var at India er eitt av teimum londum, sum fyritøkur í Føroyum kunnu samstarva við og eisini fáa íblástur frá til at vera meira virknar í sjálvari altjóðagerðini.

Sum ítøkiligt dømi um slíkt samstarv varð nevnt sáttmálin, ið virkið Vónin fekk at gera út fiskisskip við stórum troli til pelagiskan fiskiskap. Í tí sambandinum fekk Vónin eitt virki í India at gera ein part av trolinum, soleiðis at virkið harvið varð kappingarført í royndini at fáa sáttmálan. Áhugavert var at merkja sær, at føroyska sendinevndin eisini hevði høvi til at vitja júst hetta virkið á ferðini.

Heimafturkomin hava vinnulívsumboðini og løgmaður sjálvur greitt fjølmiðlum frá, at ferðin var sera væleydnað. Tey mongu umboðini fyri vinnulívið eru samd um, at hetta var ein gevandi og lærurík ferð, og har tíðin fer at vísa, hvat ítøkiliga kemur burtur úr. Men sum skilst hevur bara ferðin í sær sjálvum verið til stóran íblástur fyri føroysku umboðini, sum hvør í sínum lag siga gott fyri hesi vitjan, og at tey ikki vildu verið hana fyriuttan. Eitt nú verður stórur dentur lagdur á júst hetta at hava løgmann við sum durðaopnara. Løgmaður sjálvur hevur so eisini gjørt greitt, at hetta verður neyvan seinasta ferðin hann ger av slíkum slag. Hann tekur fegin orðini hjá eitt nú stjóranum í Vinnuhúsinum til eftirtektar um, at løgmaður eigur at standa á odda fyri slíkum kunningar- marknaðarføringsferðum í framtíðini og at hetta eigur at vera ein nýggjur og náttúrligur partur av virkisøkis løgmans.

Tað hevur eisini verið funnist at ferðini og hava røddir verið frammi um, at India varð ikki rætta staðið at fara til, og at ferðin varð ikki nóg væl fyrireikað osfr. Tað kundi verið áhugavert við eini almennari evaluering av slíkari ferð, har umboð fyri vinnulívið greiddu frá ferðini og úrslitunum og har høvi eisini varð at seta spurningar. Sum skilst er ætlanin hjá bæði Vinnuhúsi og Menningarstovu saman við løgmandeild at taka okkurt slíkt stig og eigur tað at vera kærkomið.

Tað er bæði gott og rætt at evaluera slíkar ferðir, soleiðis at úrslit og royndir verða løgd fram og har møguleiki eisini er at seta spurningar og harvið fáa eitt gevandi orðaskifti. Var hetta rætti mátin, var India rætta valið, varð samansetingin av ferðalagnum tann rætta, hvat kom burtur úr ítøkiliga og í aðrar mátar og hvussu kunnu vit læra av slíkari ferð, tá vit í framtíðini skulu gerast enn virknari partur í altjóðagerðini? Heldur enn at kasta eftir hvørjum øðrum í hvør sínum horni og hvør sínum lagi eiga vit at leggja øll kort á borðið. Vit eru alt ov fá í hesum landi og tíðin og orkan alt ov kostnaðarmikil til bara at taka fram og dyrka tað negativa, hóast skilagóðir spurningar eiga at verða settir til eina og hvørja tíð og krittisk evaluering eisini eigur at vera partur av eini og hvørjari søk. Latið okkum fáa ein positivan dialog, har øll sjónarmið sleppa framat. Og latið okkum hoyra, hvat kom burtur úr hesi spennandi ferð. Tí er sera skilagott við einum uppfylgjandi tiltaki, har tað ber til líta bæði aftur eftir og ikki minst frameftir.

Sosialurin