Neyvan nakar føroyingur veit, hvat ein komandi fólkaatkvøða skal innihalda og í hvønn mun hon skal binda øll komandi ættarlið til eina ávísa politiska kós. Løgmaður veit tað heldur ikki og sær tað ikki mætari út enn, at hann skal brúka allan januar mánað eisini til at finna út av hesum. Við øðrum orðum fáa føroyingar bara ein til tveir mánaðir at umhugsa seg og taka støðu til framtíðina hjá sær og sínum børnum. Fólkaatkvøðan skal nevniliga vera í apríl.
Útmeldingarnar frá landsstýrinum eru eisini sera ymiskar og jánkasligar. Hetta er heldur ikki so løgið og man neyvan undra nakran. Tí øllum kunnugt varð semjan, sum landsstýrisflokkarnir gjørdu við fólkaatkvøðu sum loysunnarorði einki minni enn ein sjónleikur, sum hvørki samgonguflokkarnir sjálvir ella nakar annar trýr veruliga uppá. Tá samgongan hevði rent seg fasta í fullveldisgongdini og flokkarnir innanhýsis vóru rúkandi ósamdir eydnaðist tað tó túsundkunstnararanum í Tinganesi, sjálvum formanni Tjóðveldisfloksins í evstu løtu at finna uppá. Og harvið bjargaði hann samgongu og sær og sínum. Hann megnaði at fáa eina loysn, sum hvørki var fuglur ella fiskur. Í veruleikanum ein totalkapitulering og afturvendan til gamlan fólkafloks- og sjálvstýris- stig fyri stig politikk. Nýggja barnið kom at eita semja um fólkaatkvøðu, men hóast fleiri mánaðir eru gingnir síðani hetta varð almannakunngjørt, veit Føroya fólk enn ikki, hvat samgongan vil og ætlar við fólkaatkvøðuni.
Mannagongdin í hesum máli hevur ódemokratisk og ósømilig. Tí fyrst at lappa uppá eina samgongu við lyfti um fólkaatkvøðu fyri síðani ikki at vita, hvat henda atkvøða skal snúgva seg um, fyrr enn beint undan henni, er einki mætari enn at spæla hasard og at halda veljararnar fyri spott. Var nøkur meining í eini fólkaatkvøðu, so høvdu landsstýrisflokkarnir fyri langari tíð síðani havt gjørt sær greitt, hvat hon skal innihalda.
Føroyingar standa sum kánus og bíða eftir at ósamdir politikarar í eini samgongu, sum alla tíðina er í innanhýsis stríði, skulu koma ásamt um, hvat ein fólkaatkvøða um fólksins framtíð skal innihalda. Tað einasta rætta soleiðis sum støðan er vorðin, er at lata veljaran tala við eitt komandi val. Ja ístaðin fyri eina fólkaatkvøðu í apríl átti løgmaður heldur at skriva út nýval, hvørs valstríð so kundi snúð seg um, hvat ein komandi fólkaatkvøða skal innihalda. Samgongan vil gera tað júst øvugt. Ikki fyri fólksins skuld men fyri sína egnu skuld. Fyri at varðveita maktina. Hetta er ódámligt.
Sosialurin