Mánadagin sendi løgmaður út eitt tíðindaskriv, sum hann kallaði »Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava havt sín fyrsta fund«. Í linju 18 av 25 kemur hann til poengið við fundinum sum var, at blokkstuðulin ikki hækkar við afturvirkandi kraft, so sum løgmaður hevur lovað.
Hervið er staðfest, at ríkisveitingin als ikki verður hækkað. Hon verður regulerað ár fyri ár. Hesaferð 1,4 prosent, sum er 8,6 milliónir krónur. Næstu ferð verður hækkingin nakað tann sama, alt eftir, hvussu prístalið verður tá.
Soleiðis kunnu vit staðfesta, at løgmaður tapti slagið um blokkstuðulin. Løgmaður og Sambandsflokkurin mugu nú gevast við at billa fólki inn, at tað er ein møguleiki, at blokkstuðulin hækkar. Hendan avgerðin er tikin – og tað eru allir samstarvsflokkarnir hjá løgmanni, sum hava tikið ta avgerðina saman við Tjóðveldisflokkinum. Har vendst ikki aftur.
Vit kunnu soleiðis staðfesta, at tað tók 63 dagar hjá landsstýrinum at staðfesta, at løgmaður tapti slagið um blokkstuðulin so dyggiliga, tó at hetta varð gjørt kunnugt í Fólkatinginum longu, tá landsstýrið hevði sitið í 15 dagar.
Hinvegin so hevur Fólkaflokkurin vunnið alt. Flokkurin hevur ongantíð trú uppá, at blokkstuðulin skuldi hækka. Hesum boðaði Jørgen Niclasen frá á landsfundi hjá flokkinum 26. november – altso vikuskiftið áðrenn hetta varð kunngjørt í Fólkatinginum.
Men eftir øllum at døma hevur Fólkaflokkurin latið løgmann spælt sær við blokkstuðulshækkingina, meðan Fólkaflokkurin trygt og sikkurt hevur koyrt flatskattin ígjøgnum løgtingið, har Miðflokkur, Gamla Sjálvstýrið og Sambandið so væl hava slóðað fyri.
Hóast legitimiteturin hjá samgonguni sambært løgmanni var at økja »inntøkuna« úr danska landskassanum, so var veruligi legitimiteturin hjá samgonguni skattapolitikkurin hjá Fólkaflokkinum.
Og meðan Fólkaflokkurin hevur dugað sera væl, so hevur Sambandsflokkurin dugað sera illa. Løgmaður er dumpaður, og situr nú eftir við ongum, tí sambært samgonguskjalinum, so verður øll hækkingin so ríkiliga mótroknað.