Oddagrein· Jalig gongd - men ikki alt eftir lógartekstinum

-Nei, tað verður ikki brúk fyri so nógvum fólkum á Norðoyastevnu. Tað er ikki sum fyrr, tá so nógv gingu full og brúk var fyri fleiri politistum. Nakað soleiðis tók sýslumaðurin til orÝa undan NorÝoyastevnuni, og eftir stevnuna frættist, at taÝ hevÝi veriÝ friÝarligt. Bara nakrir heilt fáir høvdu soviÝ rúsin av sær á politistøÝini.

So er spurningurin, um føroyingar broytt hugburÝ? Ella er taÝ tann nýggja rúsdrekkalóggávan, sum nú er meira enn 10 ár sum hevur havt ávirkan. Ella er taÝ okkurt heilt triÝja, sum ger, at stevnurnar eru friÝaligari og færri full fólk eru at síggja?

ÓivaÝ eru taÝ fleiri viÝurskifti, sum gera seg galdandi. Fyri taÝ fyrsta er taÝ ikki sum fyrr, tá menn "bestiltu" sær ein kassa til stevnur, høgtíÝir og annaÝ. Nú verÝur keypt í smáum. Harafturat er taÝ meiri vanligt, at fólk drekka veikari løg. Ein pilsnara í staÝin fyri ein elefant- ella gulløl. Minni sterkt og meiri vín.

Og tá talan er um stevnur, fara fólk um morgunin til stevnuna, og meginparturin fer kanska avstaÝ aftur sama kvøld. TaÝ er ikki sum fyrr, tá fólk gistu eina ella tvær nætur.

Her er helst nakaÝ jaligt hent, men tá taÝ er sagt, skal leggjast afturat, at nógv lýti eru, og alt fer ikki fram eftir bókini - ella lógartekstinum!

Fyri taÝ fyrsta sær ikki serliga gott at síggja ung fara viÝ einum ølkassa ímillum sín til rutuskipiÝ ein stevnumorgun og setast at drekka øl rundan um kassan, sum verÝur sett mitt á dúrkiÝ ella bátadekkiÝ. Sjálvandi skuldi taÝ veriÝ so, at taÝ bar til at keypa - um ikki annaÝ veikt - á fleiri støÝum, m.a. umborÝ á størri rutuskipunum, so taÝ slapst undan ølkassum og rokaÝum ryggsekkjum viÝ øli.

Harafturat átti lóggávan at veriÝ endurskoÝaÝ, so tann ólógliga - í gásareygum also - sølan varÝ gjørd lóglig. LandsstýrismaÝurin í vinnumálum hevur gjørt onkra roynd, so skonkiloyvi kundu latast til serlig tiltøk - stevnur, framsýningar, festivalar, serligan dans o.s.fr. TaÝ kann ikki vera rætt, at øl verÝur keypt í kassum ella dunkum og selt uttan loyvi.

Vit hava ein dupultan trupulleika. Tann, sum selir, hevur ikki loyvi at selja øl. Og øll sølan er uttan fyri skattaskipanina. Hetta verÝur gjørt. Øll góÝtaka taÝ, og so er kanska í lagi? Men framferÝin er bara ikki eftir lógarreglunum. So er spurningurin, um lógin skal "handhevast", ella um hon skal lagast til taÝ brúk - ella tann tørv - sum er.

Sjálvandi skuldi lógin veriÝ broytt, so taÝ bar til at lata skonkiloyvi til stevnur, framsýningar, konsertir o.s.fr. At nokta fyri at broyta lógina er at gera sum strutsurin og stinga høvdiÝ í sandin. Men skulu vit spáÝa, so verÝur trupult at fáa lógina broytta, tí nøkrum føroyingum - tíverri alt ov nógvum politikkarar - dáma betur dupult moral og hykl.

Sosialurin