Neyvan var tað av tilvild, og valla bara fyri at fáa Eidesgaard niður í tign. Við at velja Kaj Leo Johannesen til løgmann, var slóðað fyri at skipa eina borgarliga, reaktionera samgongu – gjarna við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni, men við Jørgeni Niclasen sum veruliga løgmanninum.
Tað sást á øllum brøgdum í Fíggjarmálaráðnum í gjar, at Jørgen Niclasen situr við borðendan í hesi samgongu, sum førir reinan fólkaflokspolitikk, meðan Kaj Leo Holm Johannesen meira er eitt ekkó av Jørgeni Niclasen.
Tað er einki óreiðiligt frá Fólkafloksins síðu í so máta – burtursæð frá tí, at hann hevur slept fullveldisstevnuni. Tað vistu øll kortini, at hann longu gjørdi í 2003, tá Anfinn Kallsberg tveitti Tjóðveldi á dyr í Tinganesi, men nú er tað so sligið fast við sjey tumma seymi, at Fólkaflokkurin ikki longur er ein fullveldisflokkur. Fullveldisstevnan er fánað til eina hálvhjartaða, illa definerbara »sjálvbjargnisstevnu« – ein definitión, sum sjálvt Sambandsflokkurin kann liva innanfyri.
Tað kom kortini sum ein hvøkkur fyri fakfeløgini, at Fólkaflokkurin rekur fólkaflokspolitikk. Tað kom eisini sum ein hvøkkur, at Jørgen Niclasen hevur so stórt vald á Kaj Leo Holm Johannesen og Sambandsflokkinum, sum hendan samgongan hevur víst.
Formansstríðið í Fólkaflokkinum hevur styrkt Jørgen Niclasen, sum tykist klára at fáa kollveltingina við flatskattinum gjøgnumførda – hóast massiv mótmæli. Kaj Leo aktar, meðan Kári Post og Jenis gera alt fyri at halda seg at valdinum, kosta hvat tað kosta vil.
Flatskattaskipanin hjá Fólkaflokkinum er størsta kollvelting í nýggjari tíð. Og ein slík skattapolitisk broyting hjá Fólkaflokkinum verður ikki broytt aftur – tað vita vit av royndum. Jørgen Niclasen hevur bara hetta høvið at fáa skipanina samtykta á tingi, og tí má hann skunda sær, áðrenn tingmanningin í Sambandsflokkinum fer at ressast.
So leingi, sum Kaj Leo Holm Johannesen eltir Jørgen Niclasen, hevur Fólkaflokkurin buktina og báðar endarnar.
Men smíðast má, meðan jarnið er heitt, Jørgen Niclasen, tí bjørnin kann vakna, og tá er ov seint.