Oddagrein· Kanningar  eisini av sparingum

Síðani tað kom fram, at danska sjúkrahúsverkið hevur fingið botnkarrakter í mun til hini Norðurlondini, hevur ikki trotið á viðmerkingum í Føroyum. Støðan er nevniliga tann, at flestu føroyskir sjúklingar, sum mugu sendast av landinum, fara til Ríkissjúkrahúsið í Danmark. Spurnartekin verða sett við, hvussu rætt tað er bara at senda sjúklingar til Danmarkar.

Hetta málið fekk drúgva viðgerð í tinginum í gjár, og tá varð eisini nomið við spurningin, hvussu er stætt við okkara egna sjúkrahúsverki og skotið varð upp at uttanveltað gera eina kanning av føroyska sjúkrahúsverkinum.

Tað er altíð rætt við jøvnum millumbili at gera kanningar av teimum tænastum, sum tað almenna letur borgarunum. Umframt av bygnaðinum á stovnum undir tí almenna. Um hesir eru tíðarhóskandi og fylgja menningini annars. Hetta verður eisini gjørt og finnast mangar frágreiðingar um føroyska sjúkrahúsverkið.

Vit mugu bara ansa eftir, at tað ikki kemur inflatión í at seta nevndir og gera frágreiðingar, hvørjar ferð okkurt kemur undan kavi. Eisini mugu vit ansa eftir ikki at generalisera, hvørja ferð mál taka seg upp. Á henda hátt koma vit oftani at fella dómar yvir fólk og arbeiðaspláss, sum gera eitt fullgott arbeiði. Eru almennu tænastunar eitt nú á okkara sjúkrahúsum ikki nóg góðar, so má hetta eisini koma fram heldur enn at feiðast undir teppið. Tá hava vit skyldu til at tryggja, at tær ikki endurtaka seg, og í slíkum førum er neyðugt við kanningum.

Vit eiga tó ikki at gloyma, at afturvendandi sparingar gera eisini umstøðurnar hjá starvsfólki torførari og verri, soleiðis at tað kann ganga út yvir tænastuna. Vit eru vitni til, at almenn starvsfólk verða tvungin til at renna skjótari og tað ómenniskjansliga verður kravt av teimum  sum ein sjálvfylgja.

Tá vit siga hetta, so er tað fyri at vísa á, at einki er svart ella hvítt, antin ella. At tá politikarar seta spurnartekin og finnast at almennum starvsfólki og stovnum og krevja kanningar, so eiga teir eisini at hava við í hesum avleiðingarnar av teimum sparingum, sum teir sjálvir hava sett í verk. Er tað so at føroyska sjúkrahúsverkið ikki lýkur krøvini til eitt nútímans sjúkrahúsverk, so eigur tað at verða kannað  eisini spurningurin um játtaninar røkka til at fremja eina nøktandi tænastu.

Sosialurin