Oddagrein· Kapping á líkafóti

Sjónvarp, útvarp og bløð - fjølmiðlarnir - hava størri og størri samfelagsligan týdning. Tað er her, at alt orðaskifti fer fram, og tað eru ofta fjølmiðlarnir, sum meira ella minni seta politisku dagsskránna. Tað

hevur tí alstóran týdning, at fjølmiðlar og fjølmiðlafólk hava góðar umstøður at arbeiða undir.

 


Tað er lutfalsliga stutt síðani, at vit fingu eitt sjónvarp. Men tað er synd at siga, at politiski myndugleikin hevur verið tilvitandi um, at sjónvarpið

- eins og útvarpið - hevur ein rættiliga avgerandi týdning í samfelagnum, og at hesin miðil er ónatúrliga orkukrevjandi. Bæði tá tað snýr seg um manning og pening.


Nú tykist kortini, at vend er komin í hesa hugsan - ella vantandi hugsan - tí er líkt til, at tingfólk eru sinnað at játta sjónvarpinum pening aftur á

fíggjarlógini til rakstur. Serliga til føroyskar sendingar. Hetta fekst í øllum førum burtur úr orðaskiftinum á tingi í síðstu viku, tá uppskotið um

nýggja kringvarpslóg var til 1. viðgerð.


Men skal sjónvarpið - og kanska eisini útvarpið - aftur hava játtan á fíggjarlógini, so má tað eisini vera ein treyt, at sjónvarpið gevst við spæli ogonkursvegna avmarkar handilslýsingarnar. Verður henda treyt ikki sett, verður kappingin millum bløð og sjónvarpið ikki á líkafóti, og tað kunnu bløðini ikki gótaka.


Uttan lýsingar hava bløðini ongan møguleika, og tað skrivaða orðið - bæði ísamband við tíðindini og samfelagsliga orðaskifti - hevur alstóran týdning.

Tað skerst ikki burtur, at kappingin um lýsingamarknaðin øktist, tá sjónvarpið og útvarpið fingu høvi at hava handilsligar lýsingar. Og er tað

etiskt rætt, at almennir fjølmiðlar, sum hava lógarheimild at krevja hyggjara- ella lurtaragjald, skulu kappast við privatar miðlar um lýsingar?


Ikki eftir okkara tykki, og tí eiga tingfólk at hava henda spurning frammarliga, tá málið verður viðgjørt í nevnd og aftur í tinginum, so vit kunnu fáa eina ávísa javnvág í grundarlagi at kappast á!


Sosialurin