Mikudagin kundi Sosialurin avdúka, at ÍSF hevur keypt sær part av tíðindasending í Kringvarpinum við tað, at Kringvarpið móti gjaldi frá Ítróttarsambandinum bindur seg til at senda ítróttartíðindasendingina 3-2 mánakvøld, samstundis sum tíðindaparturin í Degi og Viku verður tilsvarandi niurlaaur.
Tá Sosialurin fyri hálvumsætta árum síðani keypti Rás2 var ætlanin at gera eitt alternativt radio til Útvarpið. Rás2 skuldi vera live og livandi, hava tætt samband við lurtararnar umvegis telefon og sms, hava kappingar við stórum og smáum vinningum, vertirnir skuldu hava lættan og óformligan tóna, og rásin skuldi spæla nógvan popptónleik. Hetta eru aðaltættir í typiskum kommersiellum poppradio, og ein slík rás manglaði í føroyska miðlalandslagnum at vera alternativ til útvarpið.
Men soleiðis er støðan ikki í dag. Skal Rás2 vera alternativ til Kringvarpið, so má Rás2 leggja á annan bógv. Tí so má lítla privata rásin fara at framleiða typiskt public service tilfar, so sum aktualitets - og bakgrundstilfar, perspektiviserandi sendingar, smalar tónleikasendingar, ungdómssendingar og mentanarsendingar.
Kommersialiseringin av Kringvarpinum er alt meira eyðsýnd. Hóast Dia Midjord, kringvarpsstjóri ikki ætlaði at fortelja Føroya fólki, at ítróttartíðindini eru seld til ÍSF, sum ræður, hvussu Kringvarpið orðar seg um ítróttin, og hvør sleppur at lýsa, so hava deildarleiðarar hjá honum fyrr víst á, at ávísar sendingar ikki kundu setast á skrá, fyrr enn sponsorarnir hava gókent innihaldið.
Vit vóna bara, at Bjørnin í Mentamálaráðnum skjótt vaknar.
Nú er stafest, at ein floksformaur kann keypa sær tíð í nýggjárssending, at ÍSF kann keypa sær ítróttartíindasendingar í eitt heilt ár, og at aðrir sponsorar eru við til at leggja skránna.
Hetta máar trúvirðið undan stovninum, samstundis sum kappingin við privatu milarnar skeivklast.
Okkum hevði dámt best, at Kringvarpið helt seg til allar tær mongu milliónirnar, sum stovnurin krevur inn í skatti á hvørjum ári – og at privatu fjølmiðlarnir fingu frið til sítt virksemi.