Landsstýrismaðurin í kirkjumálum líkasum broytti áskoðan, eftir at løgmaður hevði sagt nøkur álvarsorð ? ella sett landskonuna upp á pláss ? men so tóktist, sum hon kortini vendi einaferð afturat. Ella er tað ein misskiljing? Nú fáa vit at síggja.
Tann stóri stríðsspurningurin, nú ætlanin er at yvirtaka kirkjuna, er, um yvirtøkan skal fyrireikast væl og virðiliga, ella um yvirtøkan bara skal skundast ígjøgnum. Tá málið tók seg upp næstsíðsta vikuskiftið, vísti formaðurin í prestafelagnum Jákup Reinert Hansen á, at teir vórðu ikki hoyrdir, nú kirkjan skal koma undir føroyskt stjórnarvald.
Grundgevingin hjá Anliss Bjarkhamar var, at hon hevði sett sær fyri í fyrstu atløgu at fáa kirkjuna
undir føroyskan myndugleika. Síðani kundu prestar, kirkjuráðslimir, próstur og bispur stinga út í kortið, hvussu tann føroyska fólkakirkjan skuldi skipast.
Men hesum hóvaði hvørki prestum, andstøðuflokkum og so vísti tað seg eisini, at í mannagongdin var eisini í stríð við samgonguskjalið, sum sigur nakað um, at yvirtøkan skal gerast í samljóð við allar partar í hesum máli. Eisini er ætlanin at yvirtaka fólkakirkjuna í andsøgn til aðraryvirtøkur, sum allar eru fyrireikaðar væl ov virðiliga, áðrenn tær koma undir føroyskt ræði.
Sum ikki einaferð dugur Tjóðveldisflokkurin ikki hógv. Hvørja ferð Tjóðveldisflokkurin skal yvirtaka eitt mál, ella standa á odda fyri nøkrum, sum skal bera á sjálvstýrisleið, verður rok og stígur kemur í. Samstundis sum aðrir landsstýrismenn ? enntá sonevndu sambandsmenninir í Fólkaflokkinum ? klára at skipa fyri yvirtøkum so væl, at tað gongur sum eftir smurdum lunni.
Í summum førum hava andstøðufólk róð upp undir, at hetta hevur Tjóðveldisflokkurin gjørt tilvitað fyri at fáa rok í mótvegis dønum, so fíggindamyndin framvegis kann standa klár í hugaheimi føroyinga. Men í hesum føri er ikki stríð við danir, men við sjálva ?geistligheitina?.
Hetta er spell. Kirkjan hevur týdning fyri flestu føroyingar og hon er ein partur av føroyska samleikanum. Tí eigur henda yvirtøkan at skipast væl og skynsamt, so vit fáa eina føroyska fólkakirkju, sum flest møgulig kunnu fegnast um. Kirkjan og tey mongu, sum gera ólønt arbeiði innan kirkju okkara, hava annað uppiborið enn ta gongd, sum hevur tikið seg upp.