Tá tað almenna leggur øki út til kommunurnar at umsita, so stingur spurningurin seg upp um, hvussu gjaldast skal fyri hetta øki. Fyri at brúka tað aktuella barnaverndarøki sum dømi, so síggja vit, at barnaverndarstovur verða stovnsettar kring landið og eitt hampuliga stórt tal av fólki verður sett at røkja uppgávurnar í hesum sambandi. Tað kundi verið áhugavert at fingið eina samanbering av, hvat barnaverndin kostar í dag, og hvat hon kemur at kosta, tá kommunurnar hava skipað barnaverndina. Tey tøl, ið onkur borgarstjóri hevur havt frammi ljóða ikki tespilig. Hvussu nógv fólk arbeiða við hesum øki í dag, og hvussu nógv fólk koma at arbeiða við hesum øki framyvir?
Eingin hevur nakað ímóti at skipa barnaverndarøkið so gott sum møguligt fyri at verja barnið, men meiri pengar nýtist ikki merkja betri tænastu. Sami skattgjaldari skal betala, óansæð um tað er land ella kommunur, sum standa fyri. Munurin er bara, at tað nú skal fara yvir kommunuskattin við einum størri administratiónsapparati, og tað rakar fyrst og fremst láginntøkurnar, meðan tað ongan mun ger fyri háinntøkurnar sum gjalda helvtina í skatti frammanundan.
Tað má verða samanhangur millum niðurløgd størv og hvussu nógv nýggj størv verða sett, tá ein almenn tænasta verður flutt út til kommunurnar. Vit hava eitt risahall á fíggjarlógini, og vit hava, sum mangan hevur verið víst á áðrenn, ikki ráð til økingar í umsitingarkostnaði hjá tí almenna tað verði seg hjá landi ella kommunum. Í hesum døgum eigur virðið á einum landstýrismanni ikki at verða mett eftir hvussu nógv meir pengar og nýggj størv hann fær á sínum øki, men hinvegin hvussu væl hann klárar at økja tænastustøðið innan tað almenna fyri minni pengar. Her tosa vit um at reparera og betra tað verandi, heldur enn at uppfinna nýggjar tænastur. Her meina vit við at fordeila peningin rætt, so tey, sum hava sítt dagliga yrki í fremstu røð í eitt nú sjúkrahúsverkinum, fáa tær bestu treytir til at klára sítt starv. Tað er kanska ein spurningur um betri fordeilding.
Ein og hvør útlegging av almennum tænastum til kommunur at umsita má henda út frá einum effektivitetssjónarmiði. Um tað verður betri og effektivari av, at kommurnar umsita økið, so skal tað gerast. Um tað ikki verður tað, til dømis tí talið av málum í hvørjari kommunu ella kommunalari samstarvseind ikki er nóg stór, so skal man varðveita sentrala stýring og umsiting.
At leggja mál út til kommunur fyri at spara á fíggjarlógini, ber ikki til. Sami skattgjaldari kemur at svíða fyri kostnaðin við einari skeikling sum rakar láginntøkurnar. Um endamálið at leggja út til kommunur er at spara pening á fíggjarlógini, so er bert talan um eina kommunala avturking.
Sosialurin