Oddagrein, Kommunuval

Í dag er býráðs- og bygdaráðval um alt landið. Kommunurnar fáa alsamt størri týdning, og stórar broytingar eru á veg í kommuala bygnaðinum.

Alt fleiri týðandi uppgávur verða lagdar út til kommunalu myndugleikarnar at umsita. Hetta er í meginregluni rætt, tí tað í sjálvum sær má vera bæði gott og rætt, at týðandi avgerðir fyr borgararnar verða tiknar so nær borgaranum sum møguligt. Hetta merkir við øðrum orðum, at ein fortreyt fyri, at landið kann lata kommununum landsuppgávur at umsita, er, at nógv fleiri samanleggingar verða framdar. Støðan er jú longu tann, at tær uppgávur, sum eru lagdar út, krevja størri eindir, um borgarin og vinnan skulu gera sær vónir um eina betri tænastu.

Tað er ymiskt, sum tað hevur gingið í hond við samanleggingunum. Tað tykist, sum, at har størsti og mest átrokandi tørvurin er á samanlegging, er hugurin minstur. Hetta er sera løgið. Her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá teimum landsmyndugleikum, sum hava ábyrgdina av kommunalu viðurskiftunum at fáa tær treku kommunurnar at skilja, at uttan smanlegging verður eingin framburður. Uttan samanleggingar verða ikki fleiri umsiitngarøki løgd út til kommunurnar at umsita. Vónandi kemur gongd á samanleggingarnar eftir valið í dag, tí tær treku kommunurnar fara uttan iva at skeita eftir teimum, sum hava lagt saman. Verður úrlsitið gott her, fer ivaleyst glið at koma á tilgongdina. Í hesum sambandi eiga landsmyndugleikanrir at vita, at ikki øll øki egna seg til útlegging.

Ein stórur spurningur er, hvørt eitt tílíkt val sum hetta í dag kann metast sum ein veljaralkanning. Ella við øðrum orðum: kann valúrslitið í kvøld nýtast til at meta um, hvussu landsstýrissamgongan stendur millum manna. Hetta er sera ivasamt. Fyrit tað fyrsta er tað bert í nøkrum fáum stórplássum at stillað verður upp eftir flokspolitiskum linjum. Fyri tað annað, so hava persónar til kommunuval sera nógv at siga fyri atkvøðuatburð veljarana. Tá hetta er sagt, so skerst helst ikki burt, at kommunuvalið í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri við neyðugum fyrivarni kunnu metast sum eitt slag av veljarakanning. Kommunuvalið í dag er tískil ikki bert týðandi fyri lokaldemokratiið. Tað er eisini sera spennandi sæð frá einum landspolitiskum sjónarmiði.

Sosialurin