Fregnir tosa um totala konfrontatión í samband við ætlaðu yvirtøkuni av løgregluni. Nú skulu vit ikki taka dagar ímillum, um teir kanska hava lyndi at gera í so nógv av, men Tjóðveldisflokkurin stendur so ikki til at missa nakrar atkvøður við at framprovokera eina konfrontatión við donsku stjórnina, nú tað stundar móti vali.
Tað kann illa passa, at alt skal enda í klandri og konfrontatión, tí danir eru so ringir at hava við at gera, og at feilurin altíð bara liggur á einari síðu. Hvussu ber tað til, at tað altíð er danska stjórnin, sum er langt úti og brýtur allar demokratiskar og fólkarættarligar mannagongdir? Liggur veruliga eingin feilur her hjá okkum?
Tá man sær, hvussu ringt hendan samgonga hevur við at skapa semju um nakað sum helst her í Føroyum, hvussu kunnu vit so vænta, at teir uppføra seg diplomatiskt uttan fyri landoddarnar?
Breiða semjan kom ongantíð. Tjóðveldisflokkurin tykist forða fyri pragmatiskum loysnum, tí at teir vilja eiga føroyskt sjálvstýri sum mál einsamallir, og tí er naggatódn komin í føroyska sjálvstýrismenning.
Hendan naggatódn verður ring at forklára til eitt valstríð, og er tað her konfrontatiónin kemur inn. Samonguni tørvar eitt mál, ið kann øsa fólk. Eitt mál, har danir og kanska enntá andstøðan eru syndararnir. Eitt mál, har alt er svart og hvítt ? vit hava rætt og hinir ? eitt nú danska stjórnin - eru langt úti, fyri at brúka eina frasu, sum varaløgmaður onkuntíð hevur brúkt.
Óivað verður heystið baldrut politiskt. Fíggjarlógin verður ring at semjast um, tá ið ein hyggur at samgongulagnum. Konfrontatiónin við danir fer ivaleyst at verða framprovokerað beint uppundir val, við vanda fyri at tað verður øsing, heldur enn ein objektiv vurdering av úrslitum, ið fer at avgera, hvar krossarnir verða settir.
Tað skal vera okkara vón at tann breiði meirilutin, ið hóast alt er ímóti órealistisku fullveldisætlan landstýrisins forðar fyri, at ógrundað øsing, ST brøv og aðrar pínligheitir koma at verða høvuðstema til næsta val. Pensiónir, vinnupolitikkur og samfelagsmenning í breiðastu merking eiga at verða høvuðsevni. Tá verður evnið realpolitikkur, har størsti munurin millum vinstra og høgra koma til sjóndar. Um somu tíð eiga vit at taka týðandi stig á sjálvstýrisleið men við skili. Kann henda, at Tjóðveldisflokkurin fer at skora stemmur uppá eina øsing, men tað kann eisini koma at kosta honum dýrt ? kosta honum valdið. Soleiðis sum nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum háttar sær og bara gongur egnar leiðir verður tað ivasamt, hvørjir flokkar vilja sita í stovu saman við honum eftir valið.
Sosialurin