Kringvarpið - útvarp og sjónvarp, er okkara sterkasti mentanarberi og endamálið við samanleggingini var at skapa ein sterkan public service stovn, søgdu politikkararnir tá. Vit eru púra samd í, at neyðugt er við einum sterkum almennum public service stovni. Vit hava áður á hesum stað nevnt, at vit unna hesum stovni alt tað besta, og hetta vilja vit endurtaka her.
Hinvegin skal KVF metast við liberaliseringini av kringvarpsøkinum í baksýni. Tá kringvarpslóggávan varð liberaliserað fyri nøkrum árum síðani, var breið politisk semja um, at pláss skuldi verða fyri privatum útvarps- og sjónvarpsstøðum eisini. Virksemið hjá almennu rásunum skuldi fíggjast við brúkaragjaldi, nú nevnt kringvarpsgjald. Men stovninum varð eisini loyvt at hava lýsingar, og henda avgerð hevur skapt stórar trupulleikar fyri privatu støðirnar og fer eisini, sum frá líður, at skapa trupulleikar fyri KVF. Hetta hongur ikki saman. Ein almennur public service stovnur, sum hevur rætt at krevja inn skatt frá sínum brúkarum, sum fær íløgupeningin beinleiðis umvegis fíggjarlógina, sum skjótt fær nýggj hús fyri uml. 50 milliónir og sum samstundis fær loyvi at kappast við privatu støðirnar á lýsingamarknaðinum er ein andsøgn í sjálvum sær. Hon neutraliserar so at siga ta liberalisering, sum eitt samt Føroya løgting fleiri ferðir við lóg hevur lýst sum sín vilja. Her kann hóskandi verða mint á, at Løgtingið hevur í álitinum um kringvarpslógina gjørt av, at lýsingarvirksemi skal niðurlagast. Kortini styrkir Kringvarpið nú hendan táttin av virkseminum og gongur hetta sostatt beint ímóti tingsins vilja. Úrslitið av hesi gongd kann gerast, at monopolið sum á demokratiskan hátt er avsagt, heldur fram sum einki er hent. síðan Útvarp Føroya varð stovnað við einkarættti at senda.
Henda skipan er sostatt kappingaravlagandi við almennum peningi sum trygdarnet. Hetta kann ikki halda fram. Hetta er óetiskt og beinleiðis í andsøgn við alt hugsjónarstøðið undir liberaliseringini. Tingmenn og skiftandi landsstýrisfólk hava verið greið yvir hesa andsøgn. Tey hava havt fleiri myndlar á lofti, men her steðgar kortini upp. Hvørjir myndlar hava verið nevndir hesi árini? Tann mest upplagdi er at seta KVF á fíggjarlógina við tí upphædd, sum stovnurin kostar og samstundis at taka loyvið at hava handilslýsingar frá stovninum. Við slíkari skipan kann stovnurin nýta sína orku og førleikar til at framleiða sendingar samsvarandi endamálsgreinini í kringvarpslógini, heldur enn at nýta orkuna til at varðveita monopolið, at berjast ímóti privatum ”kappingarneytum” og royna at týna hesar.
Hetta er tann ruddiligasta loysnin. Tað finnast nógvar millumloysnir sum t.d. at leggja kringvarpsgjaldið inn í skattin. Tað gevur nógv meira pening, men ein slík loysn má og skal innibera, at privatu støðirnar í Føroyum eins og uttanlanda fáa tillutað ein hóskandi part av hesum inntøkum. Verður hetta ikki gjørt verður skipanin uppaftur meira kappingaravlagandi, enn hon er í dag. Her er jú reelt talan um eina skattahækking, ið eigur at koma øllum økinum til góðar. Hvussu ein møguligur býtislykil skal skipast er torført at meta um, men hann skal sjálvandi leggja upp fyri tí veruleika, at KVF er okkara almenna public service rás, sum vit øll ynskja skal hava góðar umstøður.
Sosialurin