Ein vælvirkandi og vælútbygd KT vinna er ein sjálvsøgd fortreyt fyri einum vælvirkandi samfelag. Tað er tí av stórum týdningi, at Kunningartøknin stendur sterk innan útbúgvingarskipanina so væl sum í vinnulívinum. Kunningartøkni er ikki eitt mál í sjálvum sær men eitt neyðugt amboð og ein fortreyt fyri allari menning. Tað er tí neyðugt støðugt at dagføra og menna nýtsluna av hesum amboði. Hetta setir stór krøv til fólkaskúlan og til vinnu- og miðnámsskúlarnar. Hesi krøv kosta stórar peningaupphæddir, men tað fer at kosta meira, um vit ikki alla tíðina eru í fremstu røð á hesum øki serstakliga innan útbúgvingarkervið.
Føroysk KT hevur verið í støðugari menning. Vinnan hevur staðið seg sera væl í kappingini við útlendskar fyritøkur og henda vinna hevur sýnt bæði áræði og dirvi til at ganga nýggjar leiðir. Kappingin frá stórum og sera peningasterkum útlendskum KT fyritøkum harðnar í hvørjum. Hetta skapar sjálvsagt trupulleikar fyri heimligu vinnuna. Í eini slíkari støðu er tað freistandi at avmarka kappingina við politiskum tiltøkum. Hetta kann eisini hjálpa eini trongdari vinnu eina tíð, men sum frálíðir gagna slík tiltøk ikki eini vinnu í harðari kapping. Vit kunnu vísa til skipasmiðjuídnaðin í útlandinum t.d. í Noregi, sum stóran almennan stuðul ikkii stendur seg ikki í kappingini við útlandið.
Føroyska KT vinnan er noydd til at brynja seg til kappingin, og henda vinna er noydd til at sjálv at taka kappingina upp við útlendsku kappingarneytarnar. Tað almenna eigur ikki við politiskum tiltøkum at leggja seg út í kapping á vinnuøkjum og sostatt heldur ikki á KT økinum. Hinvegin eigur tað almenna at ansa væl eftir, at einki verður gjørt, ið kann skaða føroyska KT vinnu. Hartil er tað sjálvsagt, at hitt almenna stuðlar við at seta mennandi karmar um KT vinnuna eitt nú við útbúgving og mennandi vinnulóggávu á ymsum økjum. Føroyska KT vinnan er so væl fyri við atliti at kapitali, førleikum, starvsfólki og útgerð, at vit ivast ikki í, at vinnan fer at standa seg í kappingini við útlendsku fyritøkurnar.
Sosialurin