Oddagrein· Løgtingið ábyrgdina

Eitt, sum eyðkennir fólkaræðisliga samfelagsskipan er, at henda skipan er umboðandi. Hetta merkir, at fólkið í landinum hevur valdið, men at fólkið útinnir sítt vald umvegis eitt fólkavalt ting ella parlament. Tað er t.d. í okkara føri løgtingið, sum er hægsta vald, og tað er løgtingið, sum hevur ábyrgdina av teimum lógum, sum skulu galda og, sum øll hava skyldu at akta. Hetta er meginreglan í flestu av heimsins fólkaræðiligu londum

.

Umframt parlamentið ella tingið er í flestu demokratium møguligt at leggja ávís mál út til fólkaatkvøðu. Fólkaatkvøðan er eitt gott amboð í ávísum førum, men hetta er eisini eitt amboð, sum skal nýtast við varsemi. Fólkatkvøða er vælhóskandi í ávísum førum. Møguleiki fyri hesum amboði er eisini í galdandi lóggávu. Eitt ávist tal av tingmonnum kann krevja eitthvørt lógaruppskot til fólkaatkvøðu. Hinvegin er tað ímóti vanligum meginreglum at koyra samtyktar og avgreiddar lógir til fólkaatkvøðu, uttan at hetta er avgjørt í sambandi við samtyktina. Eisini meta vit tað vera skeivt, hvørja ferð rumbul og ósemja er um ávís prinsipiell mál at koyra tey út til fólkaatkvøðu. Hetta hava vit heldur ikki tradition fyri.

Tað er tí sera ivasamt at koma fram við uppskoti um at senda eina samtykta lóg út til fólkaatkvøðu fleiri vikur eftir, at hon er samtykt, sum tað varð róð framundir í kjalarvørrinum á 266b. Fólkaatkvøðan er eitt deomkratiskt amboð, ið skal takast í stórum álvara og ikki nýtast til politiskan vinning ella sum eitt smart agitatoriskt tiltak. Hetta merkir við øðrum orði, at ein longu undir viðgerðini eigur at boða frá, at ein fer at royna at fáa viðkomandi mál út til fólkaatkvøðu. Alt annað er at undirmáa demokratisku tilgongdirnar.

Vit eiga at halda fast við hetta, at í einum umboðandi fólkaræði sum okkara er tað løgtingið sum fyrst og fremst hevur ábyrgdina. Hetta merkir, at lóggávuvaldið verður útint gjøgnum løgtingið. Eru vit borgarar misnøgdir við avgerðir løgtingsins, so kunnu vit skifta tingmenn og flokkar út til eitt komandi val. Hetta er kjarnan í vesturlendska fólkaræðinum, og hesa skipan eiga vit at verja og fjálga um. So kunnu vit nýta fólkaatkvøðuna til ávís mál, sum vit frammanundan hava avgjørt skulu váttast við hesum amboði.

Sosialurin