Oddagrein·Læknatrot sum ikki kann góðtakast

Einaferð afturat verður staðfest, at læknatrot er í Føroyum. Hetta ger seg galdandi bæði á sjúkrahúsunum og á summum plássum, serliga í útjaðaranum. Tað merkir, at føroyska vælferðarsamfelagnum vantar bæðisjúkrahúslæknar og kommunulæknar í tí harrans ári 2002!

Á Landssjúkrahúsinum eru bara lesandi - tað merkir ikki liðugt útbúnir læknar - á flest øllum forvaktum á medisinsku deildini, frættist í síðstu viku. Men útbúnir læknar eru tó á millumvaktum og á bakvaktum. Men er hetta nøgtandi? Eitt stórt NEI!

Hvør er so orsøkin til støðuna? Jú, nøkur grundleggjandi viðurskifti í nærsamfelagnum mangla, so tað bæði brakar og buldrar. Fyri 10. ferð verður sligið fast, at yngri læknar koma ikki henda vegin, tí familjan fær ikki børnini ansað. Harafturat er trupult at fáa bústað. ( Men á hesum øki kann so Landssjúkrahúsið tíbetur útvega læknum íbúðir í íbúðablokkunum í Hornabøi, tíbetur).

Tórshavnar kommuna roynir nú - men hon lá ólukksáliga leingi í dvala - at byggja dagstovnar bæði her og har, men hetta nøgtar ikki tørvin. Tí kom tað í seinasta sáttmálan millum felagið hjá yngri læknum og Almanna- og Heilsumálastýrið, at ein dagstovnur skuldi útvegast til Landssjúkrahúsið.

Hóast sáttmálin helst er eini tvey ár, er einki hent enn. Tos og tulkingar henda og handa vegin. Orð og aftur orð, men einki røkist fyri eini loysn. Vit kunnu bara aftur staðfesta, at politiska tilgongdin í Føroyum arbeiðir seint. Ólukksáliga seint. Long tíð gongur frá samtykt til nakað hendir. Hetta kann ikki góðtakast við tí stóru og vælútbúnu manning, sum nú er í miðfyrisitingini, og tí bráfeingistørvi, vit hava á læknum.

Ein av grundstólpunum í tí sosialdemokratiska vælferðarsamfelagnum eru góð heilsu- og sjúkrahúsviðurskifti. Øll - ung og gomul, konservativ og sosialistar, bygdafólk og havnarfólk - vilja hava, at umstøðurnar hjá heilsuverkinum eru so góðar, at vit øll kenna okkum trygg, líkamikið hvar vit búgva.

Men soleiðis er tað ikki í dag. Tí hevur Trivnaðarmálaráðið, sum tað vist eitur í dag, og leiðslan innan Heilsuverk Føroya roynt at bera so í bandi, at nakað munagott hendir, so vit sleppa undan læknatrotunum. Eitt er at yngri læknar kanska ikki koma hendan vegin, tí arbeiðsumhvørvi er kanska ikki nóg lærandi og spennandi. Men at læknar ikki koma henda vegin, tí nakrar grundleggjandi samfelagsligar tænastuveitingar vanta, kunnu vit ikki góðtaka.

Sosialurin