ODDAGREIN: Læra av mistøkum

Loksins kom frágreiðingin hjá grein 19 nevndini um áttatiárini. Nakað er hon viðgjørd, men enn er hon ikki tugd og tannlað í fjølmiðlunum, hóast nógv áhugavert er at finna í hesi frágreiðing.

 

Hvat verður gjørt burtur úr henni í politiskum høpi, er ikki greitt, tí Løgtingið, veit ikki, hvussu tað nú skal bera seg at! Skal Løgtingið umrøða hana, og ella skulu mistøk ella misbrot fáa avleiðingar, um misbrot eru framd?

Tey flestu eru samd um, at nógv var galið, og at føroyska samfelagið fór logandi á húsagang í áttatiárunum. Men neyvan eru øll samd um, at øll høvdu eitt yvirforbrúk, sum ofta verður sagt. Tað vóru hóast alt rættiliga nógvir løntakarar, sum ikki høvdu nakað yvirforbrúk, men bara høvdu sína løn at liva av, og hvørki tóku lán ella teir lønarkonto-kredittir, sum peningastovnarnir bjóðaðu.

Fyri fyrstu ferð verða atfinningar eisini settar ímóti peningasovnunum av álvara, og tað fegnast óivað mong um. Vit minnast, at vit høvdu ein bankastjóra, sum ferð eftir segði, at peningastovnarnir høvdu ikki skyldina. Teir vóru ein spegilsmynd av samfelagnum. Spurningurin er, um tað ikki var júst øvugt í rættiliga stóran mun.

Tá Fossbankin lat upp, kom ein ávís kapping í lag, sum neyvan bara var góð, tí knappliga lat alt seg gera. Harafturat fór fyrst tann eini bankin og síðani hin bankin at bjóða teimum, sum høvdu lønarkonto ein kreditt. Hesin kundi fyrst vera ájavnt við lønina og síðani kundi hann verða tvær mánaðarlønir í stødd. Harafturat komu so nógvu og góðu lánstilboðini, sum bankarnir kundu lata, tí teir fingu so nógvan innistandandi pening frá øllum kredittfelagslánunum, sum donsk kredittfeløg lótu føroyingum.

Gott var eisini at taka lán, tí vit høvdu eina sjúkliga rentuskatting, sum gjørdi tað møguligt at spekulera í stóran mun, hóast bankaleiðslurnar noktaðu fyri, at rentuspekulatión fór fram. Og tær fingu viðhald frá teimum sokallaðu liberalu flokkunum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum! Ikki fyrr enn møguleikin at draga alla rentu frá í inntøku varð tikin av, fingu vit steðga rentuspekulatiónini.

Men tann stóru parturin í frágreiðingini er sjálvandi um mannagongdir og viðgerðir í samband við tey mongu skipamálini og aðrar veðhaldsbindingar, sum kostaðu føroyska samfelagnum so nógv, tá alt rapaði. Í hesum viðfangið staðfestir grein 19-nevndin, at fyrisitingin var ov illa mannað og ikki nóg góð. Hetta er ikki nakað nýtt, og tað vistu øll, sum høvdu fingurin á pulsinum. Og hesum kann Løgtingið ikki renna undan, tí Løgtingið er játtandi myndugleikin, og long tíð gekk, áðrenn játtandi myndugleikin ásannaði hetta, og vit fingu bygt upp eina veruliga miðfyrisiting, hóast hon ikki varð gjørd eftir fyritreytum, sum vóru hóskilugar til føroysk viðurskifti.

Sjálvandi hava vit nógv at læra, men vit eiga ikki at venda eyguni frá verandi gongd, sum í nógvum førum minnir okkum áttatiárini - bæði innan fíggingar- og tryggingarvinnuna - viðvíkjandi forbrúki og íløgum. Latið okkum endaliga viðgera frágreiðingina, men latið okkum ikki fara at rópa krossfest, krossfest, tí tað spyrst ongatíð nakað gottt burturúr. Tað hevur søgan víst okkum.