Oddagrein· Lagnuløtur  nýval til amerikanska Hægstarætt

Nú doyði so formaðurin fyri amerikanska hægstrarætt,William Rehnquist. Neyvan geva fólk í her um okkara leiðir slíkum tíðindum nakran ans. Vit hava sum so ikki nakað "tilknýti" til Hægstarætt í einum landi sum USA. Kortini, um vit hugsa meira gjølla um hetta, so er greitt, at júst amerikanski hægstirættur hevur ómetaliga stóra ávirkan á framtíðina hjá íbúgvunum í hesum heimsins ríkasta og sterkasta landi - fyri rásarúmið og gerandisdagin hjá komandi ættarliðum. Hægstirættur stendur omanfyri allar politiskar myndugleikar, og avgerðir í hesum dómstólinum kunnu ikki broytast. Hesin rættur er omanfyri alt annað - forsetan, kongressina, senatið og allar aðrar dómstólar í USA.

Tað eru 9 dómarar í Hægstarætti. Teir verða valdir fyri lívstíð. Og tað er tann til eina og hvørja tíð sitandi forsetin, sum velur dómararnar, tá teir fara frá vegna aldur, sjúku ella deyða. Tað er tí tann størsta avgerð ein forseti kann taka, tá hann skal seta nýggjar dómarar til Hægstarætt. Tað eru 11 ár síðani, at nýggjur dómari varð valdur til henda dómstólin seinast. Men nú røkist fyri, at tað skulu veljast tríggir nýggir dómarar til Hægstarætt, og at tað verður George W. Bush, sum skal velja teir allar. Longu fyri tveimum mánaðum síðani valdi Bush tann 50 ára gamla John Roberts til nýggjan hægstarættardómara fyri Sandra O´Connor, sum 1. juli gjørdi av at fara frá. Nú William Rehnquist er deyður skal Bush aftur til at velja ein eftirmann fyri hann. Og líkt er til, at enn ein hægstarættadómari skal veljast, áðrenn seinna skeiðið hjá Bush rennur út.

Hægtirættur kann broyta lógir og avgerðir, sum verða tiknar í allari rættarskipanini ella fyri tað í lóggevandi tingunum. Tað er hann, sum ger av, hvussu amerikanska grundlógin skal tulkast. Og tá henda lóg er meira enn 200 ára gomul og sera stuttorðað, hevur Hægstirættur sera fríar hendur til at avgera, hvussu teir karmar, sum vanligi amerkanarin skal liva undir, skulu síggja út. Hesir 9 dómararnir gera av markið millum religión og stat, millum einstøku statirnar og stjórnina í Washington og millum stjórnina og borgararnar. Tað er Hægstirættur, sum ger av, um samkynd kunnu giftast, og tað var eisini hann, sum gjørdi av sakina Róe versus Wade, sum gav amerikonskum kvinnum rætt til abort. Og sami Hægstirættur kann taka henda rætt frá teimum aftur fær Bush síni fólk vald.

Ultra høgravongurin, sum stuðlar Bush, ger alt fyri at ávirka forsetan at seta konservativ og Bíbliutrúgv fólk í Hægstarætt. Valið av Roberts kann vísa seg at vera í teirra favør. Tí hóast ókendur hevur hann tikið avgerðir, sum hava gagnað Bush og teimum høgravendu, sum eru ímóti aborti og teimum samkyndu. Roberts er katolikkur.

Nú skal so veljast dómari fyri Rehnquist, sum taldist millum teir mest konservativu. M.a. var hann við til at seta í gildi deyðarevsingina aftur. Tað er greitt, at fyri tey mongu, sum ikki dáma politikkin hjá Bush og hansara neokonservativu og eitt nú tí bibilska baklandinum í Suðurstatunum, er talan um lagnuløtur, nú Bush helst sleppur at velja tríggjar nýggjar dómarar. Tað merkir, at hóast Bush fer frá, so kann hansara politikkur og moralur fara at spøkja aftur í Hægstarætti og harvið í øllum tí amerikanska gerandisdegnnum langt langt inn í framtíðina. Tað er fyri mong ein ræðumynd. Eisini fyri okkum í sokallaða sivilieraða Vesturheiminum, herí Føroyum íroknað.

Sosialurin