Spariætlanin tykist sum ein fullkomuliga absurd avgerð. Her hava vit fyri nógvan pening bygt eitt ovurnútímans meginsjúkrahús. Fyri fyrstu ferð í ártíggjur eru vit við at fáa eitt fysiskt sjúkrahúsumhvørvi, sum megnar at draga fakfólk við bestu læknaligu, røktarfrøðiligu og tøkniligu førleikum at sær til gagns fyri allar føroyingar – alt sampakkandi við Visjón 2015. Men henda góða og jaliga tilgongd er ikki meira enn byrjað, so verður hon steðgað orsakað av tørvandi játtan, av politiskum trongskygni og illvilja. Alt hetta politiska spælið kring árligu játtanina til Landssjúkrahúsið virkar sum ørska. Tað sær ikki mætari út enn, at samgonguflokkarnir á løgtingi og í landsstýri ikki bara góðtaka hetta, men tað tykist sum teir vilja steðga tí góðu fakligu tilgongd og tí menning, sum hevur verið á Landssjúkrahúsinum, síðan nýggi bygningurin varð tikin í brúk. Hvat liggur aftan fyri henda politiska illvilja móti okkara meginsjúkrahúsi. Er tað veruliga so, at lokalpolitisk áhugamál framvegis forða einum skilagóðum sjúkrahúspolitikki? Ella er hetta beisku fruktirnar av neiligari herferð, sum partur av pressuni nú í tvey ár hevur rikið móti Landssjúkrahúsinum? Er hetta eitt úrslit av trótandi vitan blandað við politiska líkasælu? Ella eru heilsa og vælferð bara ikki á dagskránni hjá hesari landsstýrissamgonguni? Ella er hetta kanska ein blanding av øllum hesum?
Ein undrandi almenningur stendur við mongum ósvaraðum spurningum.Taparin í hesum absurda glantrileiki er ikki bara Landssjúkrahúsið, men føroyski brúkarin, sum bert hevur hetta eina staðið at søkja sær heilsubót á hægsta fakliga støði, um hesin brúkari verður raktur av álvarsamari sjúku. Tað er burturvið at steðga planløgdum viðgerðum, og tað er valla lógligt at sýta sjúklingum neyðugan heilivág. Skulu landsstýrismaður og flokkur hansara koma frá hesum málini við æruni og atkvøðunum innanborðað, eigur hann at leggja einki minni við enn starv og samgongu, fær hann ikki allar tær trýati millionirnar frá samgongumeirlutanum.
Sosialurin