Oddagrein: Landsstýrið eigur

Politiski pallurin í Føroyum er óruddligari enn hann hevur verið í mong mong ár, eftir miseydnaðu samráðingarnar í Keypmannahavn hósdagin millum stjórnina og landsstýrið.

 

Staðfestast kann, at høvuðssetningurin hjá hesum landsstýrinum at skipa Føroyar sum fullveldisríki er fokin. Hetta ásannaði eisini bæði løgmaður og varaløgmaður meiri og minni í viðmerkingum eftir tær miseydnaðu samráðingarnar.

Tá ein stjórn - ella landsstýrið í okkara føri - ikki røkkur á mál við einum høvuðsmáli, leggur stjórnin frá sær. Hon letur annaðhvørt aðrar flokkar koma framat ella skrivar hon út nýval til tjóðartingið.

Men vit hava enn torført at venja okkum til parlamentariskar siðir, og landsstyrið hevur longu boðað frá, at tað verður sitandi, og fer í staðin at stinga eina nýggja kós út í kortið.

Henda kós ber m.a. í sær, at Føroya fólk á eini fólkaatkvøðu skal taka støðu til, um Føroyar skulu gerast ein sjálvstýrandi tjóð! Soleiðis skiltu í hvussu er teir flestu síggjararnir og lurtararnir landsstýrismanningina hóskvøldið.

Kanningarnar hava víst, at flestu føroyingar halda, at vit sum frálíður skulu gerast sjálvstýrandi, men spurningurin er nær, og hvussu tillagingartíðin verður. Ein fólkaatkvøða við hasi ætlanini kann tí ikki gerast annað ennn "bóndafangarí".

Við at gera spurningin "um føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti" flutti landsstýrið eyguni burtur frá tí veruliga trupulleikanum, sum er tann fíggjarligi spurningurin og tann búskaparliga skiftistíðin.

Allir føroyingar ásanna, at føroyingar eru ein tjóð, og tað verður eisini sagt í heimastýrislógini og í øllum fyritreytunum fyri hesi lóg. Løgfrøðingurin, Halgir Winther Poulsen, sló eisini fast í Útvarpinum, at hetta er ikki ein spurningur, sum skal umrøðast við donsku stjórnina á verandi stigi í samráðingunum. Tann dagin, Føroyar hava fingið fullveldi, hava vit eisini øll tær altjóðarættarligu heimildir, sum sjálvstøðug lond hava.

Við taktiskum snildi eydnaðist løgmanni at grugga málið um tann fíggjarliga spurningin, tí hann og landsstýrið eru fullgreið yvir, at Føroya fólk høvdu sagt nei til fullveldi ella sjálvstýri við fýra ára skiftistíð.

Tann frægasta leiðin til sjálvstýrið er tann hóvliga leiðin, sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til, og sum ein meiriluti í Tiginum hóast alt er fyri, tá vit hugsa um persónligu meiningina hjá fólkafloks- og sjálvstýrisflokstingmonnunum. Um tað er eina slíka kós, landsstýrið fer at stinga út í kortið, fáa vit at síggja í politiska orðaskiftinum í komandi tíðum.

Men rættast hevði verið, um landsstýrið legði frá ær, og skrivaði út nýval til Løgtingið.


Sosialurin