Stjórin í Atlantsflog hevur ført fram, at tollfría sølan hjá felagnum er ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá flogfelagnum – og eitt parametur, sum er við til at halda ferðaseðlaprísinum niðri. Um henda søla verður tikin frá flogfelagnum, so er bert ein gongd leið, tað er at tryggja sær hesa inntøku við øktum ferðaseðlaprísum.
Atlantsflog hevur leingi havt ynski um at flyta tollfríu søluna úr flogførunum og niður á jørðina. Hetta fyri at flogførini skulu kunna bera fleiri ferðafólk og fyri at minka um CO2 útlátið pr ferðafólk.
Uttan iva hevur Vága Floghavn fullan rætt at bjóða tollfríu søluna út í fríari kapping. Men vit eiga at hava í huga, at hetta kann verða ein álvarsom hóttan fyri búskapin í føroyskari loftferðslu. Um so er, at onkur annar veitari fær hendan handil um hendi – tað veri seg føroyskur ella útlendskur, so vantar hendan inntøkan í føroyska loftferðslukervinum, og tað kann bara elva til dýrari prísir fyri brúkaran í síðsta enda.
Vit kunnu halda tað vit vilja um okkara ferðafólkaflutningsfeløg og um prísirnar, sum vit altíð halda vera í hægra lagi. Men vit eiga ikki at gloyma, at vit hava eitt føroyskt Atlantsflog og eitt føroyskt Smyril Line – sum við støð í Føroyum megna at røkja alla okkara flúgving og sigling og sum hava útkonkurrerað sterkar útlendskar kappingarneytar. Hetta er ikki øllum beskorið - og virði, sum grannar okkara í Hetlandi, Orkneyoyggjum og Íslandi ikki hava.
Aktørarnir í Vága Floghavn eiga sjálvsagt at samstarva og gera sær dælt av teimum synergium, sum kunnu fáast burtur úr samstarvi. Ein av hesum synergium er at lata Atlantsflog sleppa at flyta tollfríu søluna úr flogførunum og niður á flogvøllin.