ODDAGREIN: Leggið øll kortini á borðið

Vit hava á hesum stað fleiri ferð­ir víst á tað óhepna við um­sit­ing­ini av fólksins ognum í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Før­oy­ar – og teirra løgna máta at halda makt­ina so tætt at stjórn og nevnd, at veruligu eigararnir als onga ávirkan hava.

Nógva umrøðan hevur ført til, at tvær løg­tings­kvinnur hava reist málið á tingi, og í dag (eftir at blaðið er farið til prentingar), skuldi Johan Dahl svara tveimum munnligum fyri­­spurn­­ing­­um, einum frá Katrini Dahl Jak­obsen og einum frá Bjørt Sam­­u­el­sen.
Tað er ógvuliga óheppið, at so nógv og so negativ umtala er um størsta aktørin á føroyska fíggj­ar­markn­að­i­num – og hetta er eitt skúla­dømi upp­á, at her er ein skip­an, sum als ikki er hósk­andi. Tá hes­in stóri ak­tør­ur held­ur ikki vil flyta seg – og so seint sum í hesum mán­að­i­num fell­ir eitt upp­skot um størri op­in­leika, eitt upp­skot, sum hevði gjørt, at veru­ligu eig­ar­ar­nir, sum eru trygg­ing­ar­tak­ar­ar­nir, høvdu fing­ið á­virk­an, ja so styrk­ir tað bara um nega­tivu umtaluna.
Tá nevnd og stjórn eisini játta sær sjálv­um mill­i­ón­a­upp­hæddir í eyka sam­sýning, ja so verður støðan gro­tesk. Vit skulu minnast til, at tað sum hig­ar­til er kom­ið fram um peng­ar, sum nevndin hevur játtað sær sjálv­um og frá­farna stjór­a­num, er úr rokn­skap­inum fyri 2010. Men nógv er hent síðani tá. Fel­ag­ið hev­ur fing­­ið nýggj­an stjóra, og fel­ag­ið hev­ur keypt ein stór­an banka. Um tað at Trygg­ing­a­r­fel­ag­ið fyll­ir 70 út­loys­ir stór­ar eyka­sam­sýn­ing­ar til nevnd­ar­lim­ir­nar, hvat so við banka­keyp­i­num? Vit sóu líkn­andi sirk­us, tá Før­oya Banki varð priv­at­i­ser­að­ur, tá skuldu nevnd og stjórn eis­ini hava risa stór­ar eyka sam­sýn­ing­ar, tí tey høvdu havt tað so stræv­ið í sam­bandi við priv­at­i­ser­ing­ina.
Tað besta, sum Tryggingarfelagið Før­oyar nú kann gera, tað er at leggja kort­ini á borð­ið: Nevnd og stjórn eiga at for­telja Før­oya fólki alt um sam­sýn­ing­ar hjá stjórn og nevnd – og um tey hava játtað sær fleiri mill­i­ón­ir síð­ani árs­byrj­an. Tað mátti ikki verði neyðugt at bíðað, til pressan sær roknskapin um eitt ár. Fólk­ið hev­ur krav upp á full­an op­in­leika, tí mis­tank­in um, at per­són­ar­nir, sum ganga aft­ur alla­staðni í sam­tak­i­num, játta mill­i­ónir til sjálvs skað­ar Tryggingarfelagið Føroyar, og tað skað­ar Eik Banka, sum ikki hev­ur brúk fyri at endur­taka somu marg­hátt­ligu leiðslu, sum koyrdi bank­an á hey­s­in, og sum kostaði mong­um van­lig­um før­oyingi sín dýrt kenta spar­i­pen­ing – og í fleiri førum eisini læntar pengar.
Men politisku skipanini so líkt, so kemur hon darlandi langt aftan á, at skaðin er hend­ur. Javn­að­ar­flokk­ur­in við fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­a­num á odda hev­ur nú sagt »a«. Fyri ikki at blíva gjørd­ur til gjøld­urs, so má hann eis­i­ni siga »b«!