Oddagrein Listarmaður níti

Ein av okkara størstu listamonnum, Janus Kamban, myndahøggari, fyllir 90 ár í dag. Janus Kamban er í mangar mátar ein ímynd av føroyskari list.

Hann er millum teir fyrstu føroyingarnar, sum fáa sær útbúgving sum
listaamaður. Hann var í mong ár við til at fyrireika og heingja upp
ólavsøkuframsýningarnar, sum tá var stóra árliga hendingin innan
føroyska list. Í eitt langt áramál var Janus eisini fyristøðumaður í
Listaskálanum, eftir at tað var eydnast Listafelagnum at reisa skálan í
Gundadali í 1970.

Samstundis sum hann samskipaði, fyrireikaði og líkasum var umboðsmaður
fyri føroyska list, skapti hann listarverk, stór listarverk, sum prýða
veggir, skjøldrar, garðar og fríøki. Nøkur eru stór og monumental verk,
og onnur fella friðarliga inn í vegg ella tað umhvørvi, tey eru sett í.
Men alt eru stór listaverk í skapi og rúmd. Summi hava nakað klassiskt
og stórbart yvir sær. Tey sýna heildir og fara ikki í smálutir, eru
meistarlig og fullfíggjað í formi og skapi og sýna kanska ikki tær nógvu
kenslurnar. Onnur eru meira lítillátin og eru ofta tikin úr dagliga lívi
føroyingsins. Tey árini, Janus var í Danmark í 30-árunum, vóru
byltingarár, og hann er ávirkaður av tí sosial-realistiska rákinum, sum
tá var.

Høvuðsverkið hjá Janusi er óivað minnisvarðin, Móðurmálið, reistur til
minnis um faðirin at føroyska skriftmálinum, W.U. Hammersheimb, undir
gamla Landsbókasavninum um tað mundið, tá skriftmálið var 100 ár. Varðin
varð avdúkaður í 1948 og røðuna helt Janus Djurhuus. Eftir mynd frá
hátíðarhaldinum at døma hevur hetta verið stórhending, sum kanska ikki
er so løgið, tí tá vóru føroysku listaverkini, sum prýddu veggir og
fríøki fá ella eingi. Eitt annað stórverk er Søgumaðurin á
eysturskjøldrinum á Kommunuskúlanum í Havn. Eitt triðja er minnisvarðin
yvir skaldið Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík.

Men umframt mongu verkini úr gróti, gipsi og øðrum evnunum, stoypt í
bronsu, hevur Janus gjørt mong smærri grafisk verk. Hann hevur skorið
nógv úr linoleum. Og hesi prentini, sum sýna krokandi seyðir, bátar og
fólk á støðni, útróðrarbatin á ferð oman gjøgnum fjørðin, skip og bátar
við bryggju, fuglar og skiftandi skýrák, eru kanska tey mest fólkakæru í
list Janusar. Tað eru tey, sum eru at síggja í føroysku heimunum.

Ídag eru eisini 73 ár síðani, at tann 17 ára gamli havnardrongurin fór
til Keypmannahavnar á listaskúla, har hann skuldi læra at tekna og mála,
áðrenn hann søkti inn á myndhøggaraskúlan á Kunstakademinum. Ì
Keypmannahavn var hann - eitt ár undantikið - til eftir krígslok, tá
hann kom heim aftur og gjørdist partur í tí listarliga umhvørvinum, sum
tá tók seg upp.

Janus hevur ikki bara talað gjøgnum verk síni. Hann hevur sagt sína
hugsan í skrivt um bæði æstetisk og politisk viðurskifti. Hann hevur
talað at, tá virði eru farin fyri skeyti, og mælt til aðrar loysnir á
sínum vælstoypta og vitborna máli. Politiskt hevur hann verið á
vinstraveingi, og hann hevur frá fyrsta degi talað ímóti útlendska
hervaldinum her á landi. Sum listarmaður hevur hann høgt seg inn í
føroyska listaheimin, og verkini kring landið fara at minna fólkið, sum
her býr, um ein góðan listarmann og fyrsta veruliga myndhøggaran her á
landi. Listarverk, sum vit takka honum fyri. Hjartaliga tillukku og alt
tað besta!