Á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum fyri hálvum øðrum ári síðani nevndi Jóannes Eidesgaard eisini hetta sama um blokkpolitikk, sum táverandi tjóðveldistingmaðurin, Sjúrður Skaale eisini hevði nevnt stutt frammanundan.
Hvørjaferð vit hava løgtingsval – og nýggj samgonga verður skipað, so fáa vit dømi um, hvussu týdningarmikið tað hevði verið, um føroyski veljarin veruliga hevði eitt val, tá hann fór á val. Men tað hevur hann ikki. Veljarin hevur ikki hóming av, hvat hann fær, um hann velur hendan ella handan flokkin.
Anders Fogh Rasmussen varð kendur fyri sín kontraktpolitikk, sum eitt nú legði dent á skattasteðg og stórt afturhaldni í útlendingamálum. Fólk vistu tí, hvat tey fingu, um tey valdu Vinstra, Konservativu ella Dansk Folkeparti.
Føroyskur politikkur er so lagt av leið frá hesum. Meðan tey í Danmark kunn eftirmeta politikki, so er føroyski veljaran fullkomiliga på herrens mark. Valdysturin er púra ókeypis fyri flokkarnar, sum tí heldur ikki tíma at hava ein støðugt greitt formuleraðan politikk. Teir finna upp á okkurt upp undir valið, sum so bara verður skúgvað til viks eftir valið, tí »man fær ikki alt í eini samgongu«.
Men samgongurnar skulu gerast undan valinum og ikki eftir valið!
Men skal blokkpolitikkur bera til í Føroyum, so hevur tað sínar avmarkingar við sær. Skulu eitt nú Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin gera eina samgongu fyri valið, so mál lægsti – ella í hvussu so er ikki hægsti – felagsnevnari nýtast í tjóðskaparmálinum. Tað sama um Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skulu í blokk. Tá skulu tey sjóva saman vinnu- og fiskivinnupolitikkin, eins og konservativu og liberalu hugsjónarstevnuna.
Um vit ikki fáa eitt betri grundað samstarv millum flokkar á tingi, so er spurningurin, um vit yvirhøvur skulu hava eina flokkaskipan í Føroyum.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava nú nevnt møguleikan. Báðir flokkarnar liggja lágt í metum veljarans. Vísið nú, um tit kunnu skapa álit og soleiðis fáa álit veljarans. Fáa vit ein blokk, so kemur hin av sær sjálvum. Tað hevði gagnað veljaranum, tað hevi gagna øllum flokkunum, og tað hevði gagnað fólkaræðinum.