Hinvegin hevur nógv verið talað um, at Fróðskaparestrið skal umskipast til eitt veruligt altjóða universitet. Hetta evnið var nógv frammi í valstríðnum og løgdu serstakliga Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin dent á hetta hugtak. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hildu seg ikki aftur. Hóast eingin av hesum flokkum í valstríðnum veruliga gjørdi greitt, hvat slag av stovni talan var um, so er nærliggjandi at hugsa sær, at talan var um eitt fróðskaparsetur, ið kann draga til sín lesandi og granskarar uttan úr heimi. Hetta skuldi sostatt gerast ein liður í svari okkara til altjóðagerðina.
Tað má kunna bera til at sameina bæði sjónarmið. Tað er sjálvsagt, at okkara lærdi háskúli, Fróðskaparsetrið, eisini í framtíðini verður høvuðsálitið í føroyskari málstevnu. Hinvegin virkar tað ikki skilagott við lóg at forða stovninum í at draga til sín útlendsk lesandi og útlendskar granskarar - at forða stovninum í at gerast ein altjóða stovnur. Tað tykist ikki skilagott at seta hesum útlendsku bólkum sum treyt at læra føroyskt fyri at sleppa at lesa og virka á Setrinum. Løgtingið eigur tí at finna eina loysn, ið tryggjar, at Setrið eisini í framtíðini er eitt álitið, tá tað ræður um gransking í føroyskum máli, bókmentum og mentan, samstundis, sum stovnurin verður endurnýggjaður og nútímansgjørdur og brynjaður til altjóðagerðina. Fróðskaparestrið er hóast alt bert ein partur av okkara málstevnu. Málstevna er ein heild, sum tað so væl er skjalprógvað í tí valaverki, sum Málstevnunevndin legði fram stutt fyri áramótið. Landsstýriskvinnan eigur tí sum skjótast at síggja til, at tilmælini hjá Málstevnunevndini verða sett í verk, so okkara móðurmál stendur styrkt og vælbrynjað at taka ímóti teimum mentanarligu og málsligu avbjóðingum, sum altjóðagerðin dagliga gevur okkum øllum føroyingum.
Sosialurin