Oddagrein:Málið hvørvur

Vit hava tey seinastu árini verið vitni til eina stóra øking í kostnaðinum av at reka okkara umsiting og stovnar.

 


Gott hevði verið við einum kjaki um landsumsiting í breiðastu merking. Tað tykist sum um, at alt kjak um effektivisering innan tað almenna verður tagt burtur, bara kostnaðarætlaninar halda. Eingin tykist seta spurnartekin við, bæði eina og tvær eykajáttanir og at hesar kostnaðarætlanir hava nógv størri rakstrarútreiðslur enn fyri fáum árum síðani.


Eitt dømi um hetta er Strandfaraskip Landsins. Stovnurin hevur betýðiligt størri rakstrarútreiðslur í dag enn fyri bert 5 - 6 árum síðani ? og tá var skotlandssiglingin íroknað ? men eingin tykist siga nakað, tí kostnaðarætlanin heldur aftaná eykajáttanum frá Løgtinginum og øktum inntøkum vegna størri peningumfar í landinum. Alt tos um effektivan rakstur og at avmarka rakstrarkostnaðin og støddina av umsitingini er burtur.


Sami óhepni tendensur er innan miðfyristingina. Miðfyrisitingin er í dag nógv dýrari enn nakrantíð við fleiri fólkum enn nakrantíð, men er hon optimal? Kanska vil onkur halda, men eingin tykist diskutera hetta, so leingi kostnaðarætlanir halda. Kanska átti man bara at gjørt allar kostnaðarætlanir so víðar, at eingin nakrantíð fór útum. Hevði tað verið ein effektivur almennur sektorur?


Hvat siga politikarar um støðuna? Hvat sigur løgmaður? Fullveldisprojektið hongur ikki búskaparliga saman sum er ? hevur ein føroysk tjóð ráð til tann almenna sektorin sum er?


Málið má vera at geva skattgjaldaranum ta tænastuna, ið hann hevur fyri neyðini á mest effektivan hátt við ongum óneyðugum rakstrarútreiðslum. Sera óheppið er, um virkisfýsni, nýskapan og effektiviseringsroyndir hvørva, tí einasta mál er at halda eina í nógvum førum alt ov stóra fíggjarætlan. Tað er serliga margháttligt, at almenni sektorurin er bólgnaður meira ennn nakrantíð undir borgarligum løgmonnum.


Ansast má eftir at ?fyrr var alt ringt, nú er alt gott og proffesionelt??hugburðurin ikki forðar fyri konstruktivum kjaki um almenna sektorin. Man má gloyma gamlar fordómar og hyggja at veruleikanum, sum hann sær út aftaná tveimum borgarligum løgmonnum. Pensionistar og heilsuverk høvdu kunnað havt stórt gagn av hvørjari krónu, ið umsitingin og stovnar høvdu kunnað verið fyriuttan. Málið er effektivur rakstur av samfelagnum, og tað má ongantíð hvørva í umsitingarligum sjálvrósi, tí privatiseringsfortalararnir fáa tað alt ov lætt, um samanberingsgrundarlagið verður støðan sum er. Løgmaður nam eisini við privatiseringina í ólavsøkurøðuni. Tað fara vit at venda aftur til.


Sosialurin