Hann vísti á, at hann í norðurlendskum samstarvi ofta hoyrir orðið »grensehindring«, og at tað ræður um at fáa allar forðingar burtur, tá tað snýr seg um at flyta seg frítt millum Norðurlond: – Tú skalt kunna búgva í einum landi og arbeiða ella ganga í skúla í einum øðrum landi. Tú skalt kunna flyta á gamalsaldri, uttan at missa rættin til pensjón ella aðrar veitingar, sigur hann.
Hann vísti eisini á, at innan sjúkrahúsøkið verður eisini tosað um »grensehindring«: – Vit skulu samstarva um at veita eina so dygdargóða tænastu sum til ber. Eg hoyri ein danskan politikara siga á einum fundi, sum eg var á: – Hví skulu vit í Danmark uppbyggja ein førleika at basa einum ávísum slag av krabbameini, tá heimsins besta viðgerð fyri somu sjúku fæst í Lund?
Løgtingsmaðurin vísir á, at spurningurin hjá teimum er ikki, um viðgerðin er donsk, svensk ella norsk. Einasta málið er at fáa sjúklingin frískan, sigur hann.
– Í onkrum landi eru tey komin so langt á einum øki, og í onkrum øðrum landi eru tey komin longri við viðgerðini av aðrari sjúku. Hvat er tá meira nátúrligt enn at samstarva, spyr Helgi Abrahamsen, sum ásannar, at slíkum arbeiða tey við í Norðanlondum ásannandi, at 25 milliónir fólk er ein ov lítil eind til dupultfunksjónir.
Men her í Føroyum stríðast vit enn við spurningin, um vit skulu hava eitt, tvey ella trý sjúkrahús til 49.000 borgarar.
Tingmaðurin heldur so skilagott fyri, at tíðin má vera komin, hvar ið vit sleppa øllum dupultfunksjónum á sjúkrahúsøkinum. Vit mugu seta okkum sám mál, at vit skulu ongar dupultfunksjónir hava í FØroyu, og vit skulu menna samstarvið við sjúkrahús í okkara grannalondum. Høvuðsendamálið má ikki vera grundað á spurningin um arbeiðspláss skulu tryggjast her ella har, en alt má snúgva seg um at gera sjúklingar frískar, heldur Helgi Abrahamsen.
Tað er einki at ivast í, at nógv er at spara við ikki at hava dupultfunksjónir. Men tað verður ikki lætt at hjá Helga Abrahamsen at fáa ljóð fyri sínum sjónarmiðum. So seint sum í síðsta mánaði segði samgongufelagin hjá honum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, í samband við sjúkrahúskjak, at »ikki ein prikkur skal flytast úr Klaksvík«. Hon heldur, at Klaksvík eigur søgulig rættindi til sjúkrahús, júst sum í fiskivinnuni.
Tá kjakið er á hesum støði, so er ikki nógv at gera. Men tað verður ikki minni tiltrongt og neyðugt fyri tað.