Tað er eingin loyna, at júst hesir báðir eitt nú í búskaparpolitikkinum eru sera samdir og ynskja Fólkaflokkin, har piparið grør. Kanska samansetingin av vinnaraliðnum í spurnarkappingini tí er ein ábending um eina møguliga komandi samgongu.
Undan seinasta formansvali í Sambandsflokkinum kom tíðuliga til sjóndar, at Johan Dahl vongurin í mongum er sera ónøgdur við samstarvið við Fólkaflokkin og lutvíst við Javnaðarflokkin við Jóannesi Eidesgaard á odda. Tá var nevniliga róð framaundir eina heilt nýggja samgongu eftir komandi val millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Onkur vil kanska halda, at tað ber ikki til at sameina so stórar mótsetningar heldur enn eld og vatn. Men hetta er jú roynt áður. Vit høvdu eina samgongu millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin frá 1989 til 90. Einki er forgjørt í politikki, og hví skuldi tað ikki kunnað hent aftur. Ikki minst nú flokkarnir báðir fáa tveir næstformenn, sum helst “draga somu línu” . Vit loyva okkum at gita, at hesir báðir verða valdir at standa sínum formonnum við lið uppundir komandi val.
Vit hava áður á hesum stað gitt og mett um henda møguleika, nettupp tí kreftir eru í flokkunum báðum, sum síggja slíka samgongu sum besta boð eftir valið. At hesar kreftir nú bráddliga kunnu fáa enn størri ávirkan í flokkunum sum næstformenn kann vera ein ábending um, hvat vit kunnu vænta eftir eitt komandi val.
Vit kunnu í hvussu er staðfesta hetta: Tjóðveldisflokkurin vil fyri alt í verðini sleppa burtur úr oyðimarkargongdini, og tað er væl skiljandi. Og tá lítið røkist fyri, at Fólkaflokkurin fer í samgongu við Tjóðveldisflokkin aftur í bræði, og kemiin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin neyvan er hin besta, so er ikki óhugsandi, at Tjóðveldisflokkurin fyri at koma innaftur í hitan, sær Sambandsflokkin sum kanska tann einasta møguleikan.
Vilja Tjóðveldismenn veruliga sleppa í eina ella aðra samgongu, so verður tað tó ikki uttan trupulleikar við verandi formanni. sum slættis ikki altíð hevur víst líka gott handalag, tá tað ræður um samstarv. Um tað verður lættari við einum Tórbjørn Jacobsen við hansara lið fer tíðin at vísa. Áhugavert verður undir øllum umstøðum at fylgja næstformansvalunum komandi vikuskifti, tí tey fáa ávirkan á, hvussu framtíðar samgongur fara at síggja út.
Sosialurin