Oddagrein: Matvøra má virkast undir skipaðum umstøðum

FØROYSKT neytakjøt, sum ikki er heilsufrøðiliga kannað, kann vera eitt vandamál fyri fólkaheilsuna, sigur landsdjóralæknin í eini samrøðu við Dimmalætting. Landsdjóralæknin ávarar landsmyndugleikarnar um at gera nakað við málið, tí hetta er brot á altjóða handilsreglur.

BARA helvtin av føroysku neytunum verður flett á sláturvirkinum hjá Meginfelag Búnaðarmanna í Hósvík. Sláturvirkið í Hósvík er tað einasta løggildaða sláturvirki í landinum. Tá bara annaðhvørt neyt verður flett í Hósvík, er tað tí, at bøndur og onnur, sum hava neyt, heldur fletta neytini sjálvi. Á henda hátt spara tey helst nakað av peningi. Neytini, sum ikki fáa kúluna fyri pannuna í Hósvík, verða flett í fjósum, í einum kjallara ella í onkrum bilskúri. Tað kann bæði vera hugnaligt, og eisini stuttligt. Serliga tá fleiri eru um tað, og skonkt verður. Hetta er ein partur av lívinum í nógvum plássum. Hesum kann eingin hava nakað ímóti. Í hvussu er ikki, um kjøtið ikki skal seljast.


ØÐRVÍSI er, tá talan er um kjøt til handilsvøru. Tá eigur minsta kravið at verða, at neytini verða flett á løggildum sláturvirki og at hetta er undir vanligum heilsufrøðiligum eftirliti. Annað kann ikki góðtakast. Tað mugu bæði bøndur og Vinnumálastýrið gera sær greitt.


FERÐ eftir ferð hoyra vit, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki nóg stóra orku til at umsita tey heilsufrøðiligu krøv, sum reglur og lógir áseta. Tí arbeiðir Starvsstovan við einum og einum øki í senn fyri at fáa alt greitt á tí økinum. T.d. hevur Starvsstovan arbeitt við alivinnuni fyri at fáa allan henda vinnutáttin upp á pláss. Hetta er óivað skilagóð tilrættalegging á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Men kunnu vit, sum eitt land sum eina og aleina virkar og útflytur matvørur, góðtaka, at heilsufrøðiligi og veterineri myndugleikin ikki fáa ta játtan, sum er neyðug fyri at halda lógir og reglur og eisini taka sær av tí á hesum øki, sum myndugleikin heldur vera neyðugt? Hetta kunnu vit ikki góðtaka!


HERFYRI lósu vit, at sláturvirkið í Hósvík hevur hall á hvørjum ári, og spurningurin er, hvussu leingi tað heldur fram. Støðan, sum nú er umrødd, kundi verið eitt gott høvi til, at bøndur og landsmyndugleikar bóru so í bandi, at alt neytakjøt, sum endar sum handilsvøra, verður flett upp á løggildaða sláturvirkinum. Hetta kundi t.d. verið ein treyt fyri at fáa kjøtstudningin. Men eitt er neytakjøt. Hvussu við øllum seyðinum, sum ofta verður flettur undir primitivum umstøðum og seldur sum dýr matvøra. Ella havhestinum, sum í hesum døgum verður seldur úr kuldadiskum ella í Vágsbotni. Er hann tikin upp undir nóg reinførum umstøðum? Vit skulu varðveita siðvenju og fólkalív, men matvøra má virkast undir skipaðum umstøðum.