Oddagrein· Minnilutastjórn - møguleikar og fortreytir

Í blaðnum í dag hevur Bogi Eliassen, stjórnmálafrøðingur, metingar um dagsaktuellu politisku støðuna, nú landsstýrið hevur mist parlamentariska meirilutan og ætlar at halda fram sum minnilutalandsstýri.

Greinin er áhugaverd, tí hon ikki bert viðger ymsu parlamentarisku møguleikarnar, hon viðger eisini nakrar fortreytir fyri einum minnilutalandsstýri. Taka vit møguleikarnar fyrst, so verður víst á, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava sagt, at nýggj samgonga eigur at verða skipað, og at løgmaður eigur at leggja frá sær. Hinvegin verður nýval ikki mett sum ein møguleiki, tað er heilt einfalt ov stutt síðan val var seinast. Tað er áhugavert, at stjórnmálafrøðingurin ikki metur, at stóru andstøðuflokkarnir veruliga meina tað, teir siga. Heldur vilja teir hava eina kaoskenda minnilutastjórn eina tíð, tí hetta vildi givið møguleika at fáa ein meiriluta í tinginum fyri málum, sum samgongan ikki tekur undir við. Soleiðis kunnu teir fáa samgonguna at føra politikk, sum hon í roynd og veru ikki tekur undir við. Ymiskt kundi bent á, at hendan metingin av støðuni hjá teimum báðum stóru andstøðuflokkunum, er bein.

 

Vit hava áður her nevnt, at samgongan ikki bara hevur trupulleikar av Gerhardi Lognberg. Greinin ber á sama borðið og víst verður á, at ósemja eisini er í Tjóðveldi og at tað ljóðar, at ein javnaðartingmað ikki tekur undir við at skerja blokkstuðulin. Vit hava sambært hesi meting eina stjórn við innanhýsis trupulleikum, og tað er ikki nakað gott politiskt støði til fyrstu royndina við minnilutastjórn.

 

So mikið í stuttum um møguleikarnar sambært stjórnmálafrøðinginum. Hann metir sum nevnt eisini um fortreytirnar og varpar ljós á løgtingið og arbeiðsviðurskifti tingmanna. Hann heldur ikki umstøðurnar vera hóskandi til tey krøv, sum ein minnilutastjórn setur til skipanina. Skipanin er ov veik, og fyrisitingarliga hjálpin til tingmenn er ikki nøktandi. Tørvur er sum frøðingurin tekur til, á at hava hjálp knýtta at hvørjum tinglimi sær, sum tinglimurin og flokkurin kunnu brúka til at menna sínu egnu politisku visjónir og mál.

 

Hetta skal helst skiljast so, at hetta serstakliga er galdandi fyri andstøðutingmenn, tí ein støða við minnilutastjórn setur heilt onnur krøv til andstøðuflokkar- og tingmenn. Ein loysn hevði verið, at hvør tinglimur fær egnan skrivara. Stjórmálafrøðingurin kemur í nevndu grein til hesa niðurstøðu: Krøvini fyri at fáa eina dynamiska minnilutastjórn er, at andstøðan kann spæla við. Skal hon tað, er grundleggjandi neyðugt at geva løgtingslimunum betri arbeiðsumstøður….. Teir karmarnar hevur løgtingið ikki og tí er lítið sannlíkt, at okkara skipan ber eina minnilutastjórn uttan ein fastan stuðulsflokk. Hetta er eitt sera áhugavert sjónarmið, sum átti at givið øllum tingflokkum og landsstýrisfólkum nakað at hugsa um.

 

Sosialurin