Í skrivandi løtu er politiska støðan sera ógreið, og óvist er, um Tjóðveldisflokkurin av sínum eintingum fer at leggja málið um fólkaatkvøðu fyri tingið. Men í øllum førum er greitt, at málið fellur, kemur tað fyri tingið.
Útmeldingin frá landsstýrinum seinastu tíðina hevur ørkymlað føroyska veljaran almikið ? so nógv, at tað er at fegnast um, at Fólkaflokkurin umsíðir hevur lagt kongin, tí tey hevði verið vónleyst at fingið eitt heiðurligt valstríð komandi tríggjar mánaðirnar, so fløkt, støðan er vorðin. Vit kunnu eisini undrast á ógreiðu útmeldingina frá løgmanni, sum fyri fýra vikum síðani boðaði frá fólkaatkvøðu, fyri síðan at taka alt aftur við umberingini um, at danski forsætisráðharrin bara vildi geva okkum fýra ára skriftistíð. Í hesum kunnu vit fylgja Tjóðveldisflokkinum, sum er vorðin sintur inn á løgmann um hetta. ? Tí boðini frá Poul Nyrup Rasmussen hava verið hvørjum mansbarni í Føroyum eyðsýnd seinasta árið - talan verður ikki um meira enn fýra á skiftistíð.
Hvussu leikur fer, fara komandi dagarnir at vísa. Men ætlar Tjóðveldisflokkurin at verða sitandi í samgongu, bara fyri at forða øðrum flokkum at sleppa framat, so ger hann óbótaligan skaða - og so vísir hann, at hann fyri ein hvønn prís bara vil sita við maktina.
Landinum tørvar nú eina savningarstjórn ? eina stjórn, sum kann loysa naggatódnina. Tað er helst rætt, tá løgmaður sigur, at eitt nýval loysir ongar trupulleikar, tí tað verður bara sama eljustríðið, sum hevði verið, um fólkaatkvøðan varð hildin 26. mai.
Tí eigur andstøðan nú at vísa sín góða vilja ? og loysa trupulleikan saman við teimum kreftunum í landsstýrinum, ið veruliga vilja hava eina loysn á viðurskiftunum, sum ikki fyri ein hvønn prís ber í sær, at Føroya fara úr ríkinum. Tað er einki endamál í sjálvum sær. Endamálið er at skipa Føroyar sum eitt sjálvberandi samfelag.