Andstøðan ávaraði harðliga móti politikkinum hjá samgonguni og ógrundaðu búskaparligu ovuroptimismuni hjá samgonguni, men hetta var kveistrað til viks við ákarum um grenj, undirbrotligheit, at andstøðan sáar ómegd og málar svart omaná svart.
Hvussu er støðan nú? Ikki meir enn eitt gott ár er farið síðani valið, og nú er vent í holuni. Reypið hevur fingið ein enda.
Verkafólkið hevur sett lønarkrøv fram. Onkur vil siga, at hesi krøv eru órímilig og veruleikafjar, men hvussu skal tað verða, tá samgongan uppundir seinasta val reypaði um, hvussu framúrr væl tað stóð til í Føroyum? Kann nakar lasta fakfeløgini fyri at handla sum um, at tað sum landsins kosnu menn siga er rætt? At tey eisini vilja hava lut í vælferðini? Svarið hjá fíggjarmálaráðharranum er: vit hava als ikki ráð til nakra lønarhækking yvirhøvur.
Tíverri sær tað út sum, at samgongan við fíggjarmálaráðharranum er lopin framav. Andstøðan og mong við henni hevði grein í sínum máli, tá hon ávaraði um avleiðingarnar av politikki landsstýrisins. Eisini hevði andstøðan rætt í, at tað ikki stendur so væl til í Føroyum, sum samgongan vil ella rættari sagt vildi verða við.
Útmeldingin hjá Karsten Hansen um, at búskapurin ikki tolir stórar lønarhækkanir kunnu tíverri vísa seg at verða rættar, nú 366 milliónir minni eru at taka av hjá landinum. Men so skulu Føroya fólk og ikki minst verkafólkið fáa at vita, at ikki eru ráð til stórar lønarhækkanir, tí samgongan segði ósatt uppundir seinasta val, tá hon reypaði av, hvussu væl stóð til. Eisini er tað ein ásannan, at blokkniðurskurðurin í allarhægsta grad kom at merkjast millum fólk, tí hetta er ein medvirkandi orsøk til, at Karsten Hansen nú ávarar móti lønarhækkanum. Og er hetta ikki partur av tí strategi móti sjálvberandi búskapi (les fullveldi), at skyldurnar hjá landskassanum fyri ansing, skúla og eldrarøkt skulu lempast yvir á kommurnar.
Tað verður ofta tosað um, at blokkstuðulin skapar ?kunstiga? vælferð. Eru sømulig kor hjá verkafólkinum ?kunstig? vælferð. Skal Føroya fólk nú venja seg við sosialu korini hjá stóra grannanum fyri sunnan, har verkafólkið livir undir korum, ið als ikki kunnu samanberast við Norðurlond. Kanska er hetta tað, ið Tjóðveldisflokkurin meinar við, tá tosað verður um, hvussu blokkurin skapar ?kunstiga? vælferð. Bretsk viðurskifti fyri verkafólkið eru ikki ynskilig, men ikki er tað fjart at ímynda sær, at endin kann gerast júst tað, um samgongan í óðum verkum fer at kvetta allan blokkstuðulin í einum, hvat jú var og er ynski hjá stórum parti av henni.
Er hetta dómadagstala og svartskygt grenj? Tað segði Tjóðveldisflokkurin eisini, tá ávarað var ímóti búskpargongdini og móti at kvetta blokkin við 366 milliónum um árið. Hyggið nú! Sær ikki mætari út enn, at vælferð og fólksins trivnaður fyri einhvønn prís skal oftrast á fullveldisins altari (sum nú eitur sjálvberandi búskapur).
Sosialurin