Oddagrein· Nýggj andlit ? nýggjar tíðir

2005 nærkast og við tí nýggjar avbjóðingar í samfelagnum uppá gott og ilt. Ein av hesum eru nýggj andlit á ymsum leiðandi økjum í samfelagnum. Fólk, sum hava røkt síni størv væl og virðiliga í mong ár, gevast og onnur taka við í teirra stað. Millum hesi nýggju andlit eru m.a. tvey, ið fara at standa á odda fyri tveimum fyri Føroyar týdningamiklum stovnum ? institutiónum. Vit hugsa um Norðurlandahúsið og Ríkisumboðið.

Tveir stovnar/institutiónir, sum hava útlendsk oddafólk og sum í stóran mun eru við til at byggja brýr millum okkara samfelag og umheimin. Í báðum førum verður talan um tvey donsk andlit, sum vit uttan iva fara at hoyra meira til í komandi árum. Í Norðurlandahúsinum fer danski Niels Halm at avloysa íslendsku Helgu Hjörvar og á Ríkisumboðum fer Søren Christensen at avloysa Birgit Kleist.

Lat okkum beinanvegin takka teimum, sum fara í komandi ári, fyri trúgva og góða tænastu, samtíðis sum vit ynskja teimum báðum nýggju vælkomnum. Vónandi koma ikki allar ávaringar, gitingar og metingar um ringar tíðir at passa heilt. Vónandi fer samfelagið - eisini við tí arbeiði, sum hesar institutiónir gera, at halda tørn og klára seg í eini ella aðrari kreppu ella í verri tíðum.

Tað hevur týdning at hava eina livandi og blómandi mentan, eisini ella kanska ikki minst tá tað sansar at búskaparliga. Tí fær nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum eina krevjandi uppgávu: nevniliga at tryggja, at mentanarliga virksemið ikki verður skert, hóast búskaparligu karmarnir verða trengri. Til tess skal hann m.a. fáa okkara stuðul, hvat so enn ein fjølmiðil megnar í so máta. Vælkomin harra Halm.

Ríkisumboðið er ? hóast tað liggur í hjartanum á høvuðsstaðnum og miðskeiðis millum lóggevandi og útinnandi valdini, løgtingið og landsstýrið - rættiliga anonymt. Tað er sum um tess leiklutur er vorðin alt meira ein eygleiðaraleiklutur. Vit kunnu so bara vóna, at nýggi Ríkisumboðsmaðurin megnar at tryggja eitt gott samskifti og samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar. At byggja brýr millum samfeløgini. Mong og stór mál standa fyri framman at loysa. Heldur ikki her skal okkara leiklutur sum fjølmiðil ikki liggja eftir. Vælkomin harra Christensen.

Eitt lítið ynski hava vit til nýggja Ríkisumboðsmannin, sum kann tykjast onkrum óneyðugt og ov avmarkað at taka fram her. Vit gera tað kortini. Vøkru urtagarðarnir í miðbýnum, sum í dag eru afturlatnir og ogn hjá statinum, herímillum tann hjá Ríkisumboðnum, áttu at verið latnir føroyskum mynguleikum og eftir tað latnir upp fyri almenninginum. Hóast vit halda okkum eiga eina ta vakrastu náttúru í heiminum, so er tað kortini ein sannroynd, at Tórshavn sum høvuðsstaður manglar tað allir aðrir høvuðsstaðir við virðing fyri sær og sínum hava, nevniliga almennar parkir, sum øll fólk kunnu hava gleði av. Vitandi at bert fá støð finnast í býnum, sum kunnu kallast ella brúkast sum so, og at grønu blettirnir verða lagdir undir asfalt til parkeringspláss, tá átti tað at verið eyðsæð, at stóru urtagarðarnir hjá statinum, sum í dag bert fátal hevur gleði av, vera latnir upp fyri almenninginum til gleði fyri øll. Tað skal vera okkara fyrsta ynski til nýggja Ríkisumboðsmannin. Enn einaferð vælkomnir Christensen og Halm, og tøkk til Kleist og Hjörvar fyri eitt gott arbeiði.

Sosialurin