Um vit vilja tað ella ikki, so vil einhvør stjórn og forseti í USA hava stóra ávirkan á støðuna og gongdina úti í heimi, og tí eisini óbeinleiðis her hjá okkum eisini. Tað er tí orsøk til, at eisini vit í Føroyum, fylgja væl við í tí, sum hendir í USA. Og eitt av málunum, sum vit fara at hoyra nógv meira til í næstum, er sokallaða stjørnukrígsætlanin, sum Bush og hernaðarligu ráðharrar og ráðgevar hansara hava tikið framaftur. Ein ætlan, sum gongur aftur til høgravenda Reagans dagar men sum varð løgd á hyllina, tí hon var ov dýr og óviss.
Nú er so aftur komið lív í hesa ætlan. Hóast kalda kríggið er av, so liva framvegis fleiri av amerikonsku herovastunum frá kalda krígnum, og teir hava ilt við at sleppa síni fortíð. Maðurin, sum Bush hevur valt til sín verjumálaráðharra, er ein av hesum fortíðar "kalda krígs veteranum" og er tað hansara størsta ynski at fáa lív í aftur størnukrígsætlanina. Hóast eingin veit, um henda ætlan kann virka í veruleikanum og ikki bert at tekniborðinum hjá fyritøkunum, sum framleiða hátøknilig vápn, so vilja Bush og hansara fólk nú brúka milliardir av dollarum til at menna eina ætlan, sum er deyðsdømd uppá forhond. Hetta vita og siga tey sameindu hjá USA í Europa. Men Bush og hansara fólk leggja sektina á, hvat europerarar siga og hugsa. Nú snýr tað seg um USA.
Ein rakettverja av USA bara kann fáa lív í aftur kalda kríggið. Tí ein og hvør kann ímynda sær, at framtíðar hóttanir fara ikki at vera av tí slagnum, sum fyrrverandi amerikanskir herovastar trúgva og liva uppá, nevniliga rakettálop frá einum landi til annað. Tá vil tað vera nógv meira ómakaleyst at flyta inn í kufferti eina kjarnorkubumbu og leggja hana í einum amerikonskum stórbýi. Men hvat skal vápnaídnaðurin í USA brúka slíka argumentatión til. Hann skal liva og mennast her og nú, og tí er fullkomiliga vanvittuga rakettverjuskipanin hjá "Bussjarunum" einki annað enn ein stuðul at halda tí múgvandi vápnaídnaðinum gangandi.
USA tørvar Europa fyri at kunna gera sína rakettverjuskipan til veruleika. Eitt nú Grønland. Grønlendski landsstýrisformaðurin krevur, at land hansara skal vera umboðað undir øllum samráðingum um viðurskifti, ið hava við Grønland at gera. Slíkt kunnu eisini føroyingar koma út fyri. Sum partar av Ríkisfelagsskapinum eiga Føroyar og Grønland í framtíðini at vera við til allar samráðingar og avgerðir, sum eitt nú verjupolitiskt viðvíkja okkum.
Sosialurin