Vit hava seinastu árini sæð eina sera stóra ekspansión av tí almennu umsitingini, og fer ein stórur partur av øllum utgoldnum lønum til almenna umsiting í dag. Hetta er ikki gott, og ikki kann sigast at henda samgongan er nógv frægari enn tann undanfarna at bøta um henda trupulleikan.
Tá man hevur eina almenna umsiting sum stendur fyri einum stórum parti av útgoldnum lønum, so noyðist man at hava eitt sera høgt skattatrýst. Eitt høgt skattatrýst er vert at gjalda, fyri at hava eina skipan, har tey gomlu, sjúku og veiku í samfelagnum fáa tað, tey skulu hava á ein virðiligan hátt. Eisini hava vit sum oyggjaland eitt høgt skattatrýst til at fíggja tað undirstøðukervi, vit noyðast at hava. Ella soleiðis plagdi tað at verða.
Trupulleikin seinastu árini hevur verið, at tænastustøðið er minkað, samstundis sum umsitingin av hesum minkandi tænastunum er vaksin. Eitt dømi er, at heimahjálpin, sum hevur fungerað fínt í 20 ár, hevur verið spard. Eitt annað dømi eru bíðilistarnir á sjúkrahúsinum og tað, at deildir á landsjúkrahúsinum verða stongdar um sumrarnar. Hesi tiltøk vóru sett í verk í kreppuni, men vit eru ongantíð komin upp aftur á tað støðið, sum vit vóru áðrenn kreppuna, hóast umsitingin av hesum øki er vaksin sera nógv. Hetta merkir, at vit brúka meir uppá at umsita minni.
Tá vit tosa um visión 2015, so eiga vit at sleppa vanahugsanini, hvussu tað almenna skal skipast. Hvussu nógv kostar okkara almanna og heilsuumsiting per krónu, ið veðrru brúkt í beinleiðis røkt? Hvussu er gongdin? Hvussu nógv kostar okkara skattaumsiting per krónu, ið verður kravd inn? Hvussu er gongdin? Er samsvar millum skattatrýst og tær tænastur vanligi føroyingurin fær. Hvussu nógv almenn eftirlit skulu stovnast og hví?
Tey klóku høvdini, ið eru nýútbúgvin og sum kanska ikki koma heimaftur í dag, eiga at fáa góðar møguleikar at stovnseta egið virksemi í Føroyum. Eisini má tað gerast lættari at bugva í Føroyum og arbeiða uttanlands. Hvar hevði Føroyar verið í dag fíggjarliga, um vit ikki høvdu allar DISarnar, sum sigla úti og hava familjur og ikki minst forbrúk í Føroyum?
Visión 2015 krevur, at vit fáa heimsins mest effektiva almenna sektor, har mest møguligur peningur til alment virksemi verður kanaliseraður so nær borgarnum sum møguligt, og har umsitingarkostnaðurin hjá tí almenna per krónu brúkt uppá alment virksemi minkar ár eftir ár. Hetta krevur tó, at slík tøl verða uppgjørd og almannakunngjørd. Hetta krevur eisini, at vit seta tey klóku høvdini at endurumhugsa tað almenna við einum ynski um so bíliga og lítla umsiting sum møguligt í samsvar við tær borgaratænastur, sum veljarin ynskir við einum so stuttum og greiðum lógarverki sum møguligt.
Sosialurin