Tað eru nú nøkur ár síðani, at eitt politiskt samstarv tók seg upp millum tey trý londini í Útnorði Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta samstarv fer fram innan karmarnar hjá Útnorðursráðnum. Útnorðursráðið hevur støðugt í sínum virksemi víst á týdningin av einum breiðum samstarvi millum londini kring Norðuratlantshavið. Hetta virksemi tænir ráðnum til heiðurs og ikki so heilt fá úrslit eru komin burtur úr hesum virksemi ráðsins. Nú tykist tað, sum eisini Norðurlandaráðið av álvara er farið at sýna hesum samstarvinum áhuga. Hetta sæst av, at Norðurlandaráðið var við til at skipa fyri ráðstevnuni í Hetlandi herfyri, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landsstýrismaðurin í norðurlandamálum tóku lut. Hetta er ein sera positiv gongd. Føroyskir politikkarar, ið hava stuðlað hesi gongd, eiga rós fyri avrikið.
Landsstýrismaðurin í norðurlandamálum, Høgni Hoydal, hevur í sambandi við ráðstevnuna í Hetlandi luftað tankan um eitt norðuratlantiskt fiskivinnusamstarv. Hann nevndi OPEC sum fordømi. Hugskotið er áhugavert. Verða Ísland og Noreg uttan fyri ES, so er avgerandi neyðugt at fiskivinnutjóirnar samstarva heldur enn kappast. Fara hesi bæði lond upp í ES, sum nóg bendir á, er ivasamt, um vit her umleiðir sleppa at gera eitt fiski-OPEC. Og Føroyar og Grønland eru í hesum føri í eini heilt nýggjari støðu.
Í løtuni eru øll trý útnorðslondini uttanfyri, og tað má tí ásannast, at tørvur er á samstarvi kring veiði, framleiðslu og sølu. Hetta samstarv skuldi so tryggja burðadygga veiði, hetta skuldi loyst okkum úr haftinum sum rávørulevarandørar til ES, og hetta samstarv skuldi tryggja javnar prísir á okkara útflutingsvørum. Eitt sera áhugavert hugskot, sum allir flokkar eiga at umhugsa í álvara.
Sosialurin