Oddagrein Okkara felags samleikaprógv

Tað eru í dag 61 ár síðan Bretland viðurkendi Merkið sum tjóðflagg okkara føroyinga. Frammanundan hevði eitt tjóðskaparligt stríð staðið í mong ár um rætt okkara til egið flagg. Í dag kennir hvørt mannsbarn hesa søgu, so tað er eingin orsøk til at endurtaka hana her á hesum teigi. Vit fara tó at loyva okkum at hugleiða eitt sindur um Merkið og týdning tess fyri okkum.

Tað ber til at siga, at Merkið í roynd og veru er okkara felags samleikaprógv sum tjóð. Merkið er ímyndin. Merkið signalerar, at vit, sum her búgva, hóast politiskar og átrúnaðarligar ósemjur hava nøkur felags virði. Hesi virði eru okkara mál, mentan, søga, náttúra og umhvørvi. Hesi felags virði hava ómissandi týdning fyri okkum. Um vit ikki varðveita og menna hesi felags virðini, er okkum ikki lív lagað sum tjóð. Væl vitandi, at hesir eru gamlir sannleikar, sum tey flestu ivaleyst hava hoyrt fleiri ferðir í flaggrøðum og á skúlabonki, vilja vit kortini endurtaka hesar sannleikar her. Orsøkin er, at vit sum tjóð eru stødd í eini nýggjari støðu.

Hvat er hetta fyri ein nýggj støða kann verða spurt? Jú, hesi seinastu árini hava broytt heimin frá botni av. Altjóðagerðin hevur grundleggjandi broytt allar tilverufortreytir hjá smáum og meðalstórum tjóðum. Heimurin er broyttur búskaparliga og mentanarliga. Nýggja kunningar- og samskiftistøknin hevur ført til eina alt meira felags mentan, har serstakliga tey ungu kenna seg sum alheimsborgarar við enskum sum felags máli, nakað sum í sjálvum sær bert er gott og gagnligt. Heimurin gerst alt meira sum ein bygd. Búskapurin gerst alt meira samanhangandi. Hetta hava vit ongantíð áður sannað so ítøkiliga sum júst nú, hvar t.d. oljuprísirnir eru avgerandi fyri okkara búskap og arbeiðspláss flyta hagar lønin er lægst. Men altjóðagerðin ber eisini nógvar møguleikar í fangi, og tann tjóð, sum dugir at síggja hesar møguleikar, kann koma langt  hygg bert eftir frændum okkara fyri vestan hav.

Ein fortreyt fyri, at smátjóðir sum okkara skulu kunna koma væl burturúr hesi nýggju støðu, er, at vit ansa væl eftir máli og mentan. Skulu vit varðveita okkara samleika sum tjóð, mugu vit varðveita okkara mál og mentan. Tað gera vit við at lata tey ungu læra um føroyskt mál og mentan, við at læra tey at nýta málið væl í skrivt og talu. Hetta gera vit við at fara væl um okkara felags mentanararv. Hvussu støðan er á hesum økjum, skulu vit lata lesaran døma um. Ivaleyst kundi mangt verið betri. Í dag, ein illveðursdag síðst í apríl, heiðra vit Merkið og vit minnast tey, sum stríddust fyri, at føroyska tjóðin skuldi fáa sítt felags samleikaprógv. Merkið er ein støðug áminning um, at vit eiga at røkja okkara felags virði og fara væl um okkara felags mentanararv.

Sosialurin