ODDAGREIN: Onga virðing fyri keypara

At alment drál kostar fólki pengar hoyrdu vit dømi um í útvarpinum hend­an dag­in, tá ljós varð varpað á trup­ul­leikan av, at løgtingið sam­tykk­ir lógir, sum ikki verða fylgdar upp í lands­stýrinum.

Hesaferð snúði tað seg um lóg­ina um ogn­ar­skift­is­trygg­ing, sum løg­ting­ið sam­tykti 6. oktober í 2011, men sum ikki kann brúkast, tí eing­in kunngerð er komin frá lands­stýr­is­mann­i­num um, hvussu lógin skal um­sit­ast.

Dømið, sum útvarpið vísti, vóru eini hjún, sum hava keypt eini hús – utt­an at vita, at húsini vóru so illa fongd við soppi, at ikki var búgv­andi í húsunum.

Tað var eitt stórt framstig – hildu vit – tá løgtingið samtykti lóg­ina um ogn­ar­skift­is­tryg­g­ing og støð­u­frá­greið­ing, sum snýr seg um brúk­ar­a­vernd í sambandi við keyp og sølu av fastogn.

Framm­anundan vóru serliga keyp­arar »på herrens mark« í sam­bandi við húsakeyp, tí tú sum keypir at kalla eingi rættindin hevði – og tú hevði onga trygd fyri, at seljari og mekl­ari vístu tær neyðugu virðing.

Tí er tað gott, at ein slík lóg varð sam­tykt, men líka so stórt spell, at lands­stýrið ikki fylgir slíkum málum upp, so lógin kann praktiserast. Løg­maður hevur fyri skjótt tveim­um árum síðani undirskrivað lógina. Hann hevur ábyrgdina av, at lands­stýr­is­fólk­ini røkja sítt arbeiði álitisfult, so hetta átti at verið lætt og greitt hjá løg­manni at fingið upp á pláss, nú hann hevur fingið eina slíka á­minn­ing.

Men í Føroyum hava vit eisini aðr­ar trup­ul­leik­ar í sambandi við keyp og sølu av fastogn, tí her eru so nógv á­h­ugamál blandað saman.

Bank­ar­nir eiga báðir hvør sítt húsa­mekl­ar­a­fel­ag. Meðan annar bank­in eig­ur eitt tryggingarfelag, so er tað eitt tryggingarfelag, sum eig­ur hin bankan. Tí eru sam­an­fall­andi áhugamál hjá mekl­ar­a­fel­ag, fíggingarstovnum og trygg­ing­ar­felø­g­unum, sum áttu at skund­að und­ir, at skil fekst á hesi við­ur­skifti.

Vinnu­mála­ráðið boða annars á heima­síð­uni frá í fjør, tá lógin kom í glidi, at kunngerðin »fer at koma seinni í ár«.
– Keyp av fastari ogn er, fyri tey flestu, størsta íløgan, tey nakarantíð gera. Uttan tryggign kunnu slík á­brek og slíkir skaðar í hesum sam­bandi hava stórar fíggjarligar av­leið­ing­ar við sær, skrivar Vinnu­mál­a­ráð­ið á heimasíðuni.

Kon­kreta dømið hjá útvarpinum er um fólk, sum líða tap, tí at Vinnu­mál­­ar­á­ðið ikki hevur gjørt sítt ar­beiði. Tað eigur løgmaður ikki at góð­taka!