Oddagrein:Partabrævamarknaðurin

Nú fór 2001 afturum, uttan at ein føroyskur partabrævamarknaður sá dagsins ljós. Hetta er neyvan tað ringasta, ið er hent í farna ári. Tað er týdningarmikið at seta spurningin, hví man vil seta á stovn ein føroyskan partabrævamarknað.

Skal ein slíkur marknaður hjálpa føroyskum fyritøkum at reisa kapital? Er tað fyri at fáa gjøgnumskygni? Ella er tað kanska tí spekulativar kreftir vilja sleppa framataftur Føroya Banka og fiskiídnaðinum?

Sagt hevur verið, at fortreytin fyri einum føroyskum partabrævamarknaði er, at tær almennu fyritøkurnar sosum Føroya Banki og fyritøkurnar hjá Framtaksgrunninum skulu á ein slíkan partabrævamarknað. Tað má sigast at vera ein fallitterklering frá føroyskum vinnulívi. Er veruliga einki privat partafelag, ið vert er at gera íløgur í? Ella er veruleikin kanska tann, at allir sita tungt á sínum og vilja ikki loyva øðrum framat. Hvussu skulu vit so vænta, at hugburðurin broytist, aftaná hesir hava keypt eitt nú Føroya Banka.

Hetta er kjarnin í málinum. Einki er sum garanterar nóg stóran handil. Stóru feløgini koma at skifta eigara einaferð, og so fara onkrir snøklar at verða handlaðir, men um ein ordiligur marknaðarprísur skal fáast, so krevur tað eina ávísa volumen, ið neyvan fæst í Føroyum ? ella fyri tað í Íslandi.

Insidara handil er eisini nakað, man má forða. Hvussu menn ætla sær at gera hetta, hevur eingin sagt nakað um.

Tað eru so nógvir spurningar, ið standa ósvaraðir, at vit ikki mugu lata almennu feløgini verða prøvikaninir í einum føroyskum partabrævamarknaði. Vilja menn hava ein partabrævamarknað, so lat teir skráseta sínar egnu fyritøkur á hesum marknað. Har eru nógv privat feløg, ið kunnu skráseta seg, sosum skipasmiðjur, reiðarí, alibrúk og annað. Almenn ogn eigur so ikki at verða brúkt í onkrum óvissum eksperimenti.

Tað er einki sum forðar føroyskum fyritøkum í at skráseta seg á altjóða partabrævamarknaðum. Hví ikki skráseta seg í Keypmannahavn, London, Frankfurt New York o.s.fr? Grønlandsbanken er skrásettur á Københavns Fondsbørs. Føroya Banki hevur saktans format til ein slíkan partabrævamarknað, um hetta einaferð verður eitt politiskt ynski.

Vónandi er projektið Partabrævamarknaður Føroya ikki enn eitt dømi um eina serføroyska dunnuhyljaskipan, tí krøvini til vinnulívið er ov hørð á einum ordiligum partabrævamarknaði.