ODDAGREIN: Partafelagsdilla ?vansi ella fyrimunur

NÚ ljóðar aftur, at Postverk Føroya skal umskipast. Postverkið skal annaðhvørt umskipast til eina almenna fyritøku ella til eitt alment partafelag. Tað sigst, at landsstýrismaðurin er mest sinnaður fyri at umskipa Postverkið til eitt alment partafelag, hóast Tjóðveldisflokkurin í vár segði kortanei til at umskipa Postverkið til eitt alment partafelag.



GRUNDGEVINGIN fyri at umskipa Postverkið er hon, at Postverkið gevur hall, og tí má Postverkið útvega sær inntøkur á annan hátt. Tað kann ikki skiljast øðrvísi, enn at Postverkið skal taka upp kappingina við tey privatu flutningsfeløgini, sum hava tikið seg upp seinastu árini. Tey kunnu veita viðskiftafólkunum eina nógv betri og skjótari tænastu, enn tað heldur »tunga« Postverkið hevur kunnað gjørt, og hava tí veruliga tikið seg fram, samstundis sum Postverkið hevur siglt afturút bæði á ein og annan hátt.


Í HESUM sambandi kann spurnartekin setast við, um leiðslan í Postverki Føroya ikki hevur verið alt ov lítið framskyggin seinastu 10 árini. Tey, sum hava við Postverkið at gera, vita, at tøkniliga er Postverkið slettis ikki við. Sjálvt eitt so lítið amboð sum eitt telefax, sum 10. hvørt húski hevur í dag, finst ikki á fleiri av posthúsunum ? sjálvt ikki í teimum størru bygdunum. Harafturat kann spurnartekin setast við, hví Postverkið ikki bygdi út Giro-deildina, og skipaði hana sum ein veruligan giro-banka, tá álitið á peningastovnarnar var niðri á nullpunktinum í 90-unum. Fyri tey nógvu hevði tað verið nógv lættari at havt ein giro-banka, tá hugsað verður um at senda ella flyta pening, sum peningastovnarnir nú krevja fleiri krónur fyri.


HARAFTURAT skal vísast á, at tænastustigið hjá Postverkinum er lækkað nógv. Afturlatingartíðirnar eru styttar og postur verður hvørki borin út leygardagar ella aftansdagar. Men tað hevur higartil ikki havt serligar sparingar við sær, tí starvsfólkatalið er neyvan regulerað í hesum sambandi, tá starvsfólkaavtalan frá fjørvár verður havd í huga.


TAÐ er løgið, at spurningurin um tænastuna og tænastustigið ikki verður umrøddur, nú ætlanin er at Postverkið skal umskipast. Tað verður bara talan um at umskipa Postverkið, men einki verður sagt um, hvat endamálið við Postverkinum skal verða, og hvørja tænastu tað skal veita. Tað virkar tí sum um hesin stovnurin og aðrir stovnar við skulu gerast til partafeløg, tí tað er ein »dilla« uttan at tann grundleggjandi spurningurin ? tænastuveitingin ? verður umrøddur.