Meðan Grønland og Danmark eru umboðað av fleiri politiskum flokkum, herundir Javnaðarflokkunum, so sleppur Tjóðveldisflokkurin einsamallur at leggja føroysk sjónarmið fram á ráðstevnu á Christiansborg um ríkisfelagsskapin í næstu viku. Vit vita øll, hvat Tjóðveldisflokkurin meinar um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, og tað sær ikki mætari út, enn at hann hevur tryggjað seg móti ?partapolitiska tvassarínum? við einsamallur at umboða føroyingar á hesi annars áhugaverdu ráðstevnu.
Formaður Tjóðveldisfloksins vísir vantandi forstáilsi av búskapi, tá hann rør uppundir, at ein búskaparligur sannleiki finst, meðan partapolitikkur skal haldast uttanfyri fíggjarlógarviðgerðina. Tað finst ikki ein sannleiki í búskaparpolitikki. Tað finnast økonomiskar teoriir, ið spenna frá marxistiskari teori til Keynesianskan blandingsbúskap víðari til nýliberalistiska Friedman við einari ørgynnu av teorium ímillum. Tað vildi verið púra burturvið, um partapolitiskir munir ikki komu til sjóndar undir einari fíggjarlógarviðgerð. Her burdi Tjóðveldisflokkurin serliga bitið merki í, at Javnaðarflokkurin, tann flokkur, ið traditionelt hevur verið lagdur undir at vilja stóran almennan sektor, hevur gjørt vart við, at umsitingin er vorðin alt ov dýr. Tað átti at fingið formann Tjóðveldisfloksins at hugsað seg um, heldur enn at kveistra konstruktivan og sakligan kritikk burtur við banniorðinum ?partapolitikkur?.
Fíggjarlógaruppskotið er ikki væl frágingið. Hetta hava vit fingið váttað av garvaðum politikarum eins og búskaparfrøðingum. Tað er spell, tá formaður Tjóðveldisfloksins ikki tekur hetta til eftirtektar, men heldur roynir at verja ófantaligheitir, sum til dømis tá fíggjarmálaráðharrin við onkrari tekniskari finnesu roynir at halda lógarfestu útreiðslurnar til Norðoyartunnilin uftanfyri fíggjarlógina fyri 2003.
Tað er einki galið við, at partapolitiskt kjak fer fram á politiska vígvøllinum. Tað er ein sunnur og náttúrligur partur av einari demokratiskari skipan, hóast hetta eftir øllum at døma ikki hóvar formanni Tjóðveldisfloksins.
Tað sær løgið út, tá Høgni Hoydal roynir at diskvalificera ein búskaparfrøðing úr almenna kjakinum, tí hesin hevur verið valevni hjá einum ávisum flokki. Álvaratos, skal ein persónlig politisk meining gera tað, at man ikki má úttala seg á sínum fakøki. Tað er malplaceraður partapolikkur, tá man roynir at miskreditera fakfólk vegna politisku meining teirra, og tað eiga allir politiskir flokkar at taka kraftiga avstand frá.
Sosialurin