ODDAGREIN: Pensjón til spekulantar?

Tað var væntandi, at ætlaða breiða semj­an um nýggja pensjónsskipan fór at renna seg fasta. Flokkarnir semj­ast ikki um eina nýggja skipan, og tí hevur landsstýrið bara skorið í­gjøgn­um við at tvinga fólk at gera okk­urt – sum eina­ferð blívur eina upp­­spar­ing ella pensjón við einum inn­­gjaldi upp á 15 prosent av øllum løn­um.

Tað var ein kollvelting til tað verra, tá samgongan valdi at for­skatt­a pen­sjón­ir­nar fyri at fíggja skatt­a­­­lætt­an til hægru inn­tøk­ur­nar.

Men okkum nýtist ikki altíð at fara um ánna eftir vatni – og tann djúpa tall­­erk­­in hava vit longu upp­­funn­­ið við skip­an­ini, sum lands­stýr­is­sam­gong­an mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Fólk­a­­flokk­­in setti í verk í 1991, tá hes­ir báð­ir flokkar samtyktu lóg­ina sum Arbeiðsmarkanað­ar­eft­ir­løn­ar­grunn­in, vanliga nevndur Sam­halds­fasti.

Í tíðargrein í blaðnum í dag skjóta Aksel V. Johannesen, for­mað­ur Javn­­a­ð­­ar­floks­ins, og Rigmor Dam, løg­tings­kvinna, upp, at í stað­in fyri at út­byggja Sam­halds­fasta so hann verður almenna pen­sjón før­­oy­­inga.

Tey føra fram, at fólkapensjónin í dag fyllir um hálva milliard á løg­tings­­fíggj­ar­lóg­ini. Tí skjóta tey upp, at fólk í staðin skulu rinda væl meira inn í Samhaldsfasta, og at skatturin mink­ar tilsvarndi. Í dag gjalda vit 1,75 prosent í Samhaldsfasta. Hetta mæla tey til at hækka upp í 7,5 prosent. Tað merkir, at fólk rinda 5,75 prosent meira til Samhaldsfasta og at skatturin lækkar við somu upp­hædd. Fyri arbeiðsgevaran merk­ir tað, at hann skal rinda 5,75 pro­sent meira, men tað verður ein sam­ráð­ing­ar­spurn­ing­ur­, eins og við loysn­ini hjá landsstýrinum, sum er upp á 15 prosent tilsamans.

Soleiðis fáa vit eina pensjón upp á 12.000 krónur um mánaðin til øll, sum tryggjar øllum eitt virðiligt lívs­støði.
Skipanin við Samhaldsfasta er so einføld, hon kostar 500.000 krón­ur í um­sit­ing um árið. Men her er tað helst, at áhugamálini helst renna saman:

Onkur vil heldur, at trygg­ing­ar­fel­øg og bankar skulu skora kassan – og at slík fólk skulu sleppa at skalta og valta við okkara pengum, sum væl­lønt­ir trygg­ing­ar­stjór­ar kunnu spæla við og seta í váða í iva­som­um íløgum uttanlands.

Hetta kunnu vit seta uppímóti tank­anum um, at hvør króna vit gjalda, so at siga, fer til pensjón til pen­sjón­ist­ar. Tað mátti í sær sjálvum ver­ið eitt virðiligt endamál.