Oddagrein·Polarisering steðgar menning

Løgtingsvalið verður eftir øllum at døma eitt sambands-fullveldisval ganga vit eftir veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Portalin hjá Føroya Tele. Polariseringin tykist fult og heilt at hava tikið hvørkratak á veljararnar


Ræðslan ? sum er úrslitið av víðgongda fullveldispolitikkinum, sum E nú í fýra ár hevur roynt at trútta niður í føroyingin, tykist hava fingið fótfesti. Eftir kanningini verða B og E størstir við ávikavist 9 og 8 tingmonnum. A fær 6 og C 7. Báðir smærri flokkarnir detta heilt niðurímillum. Tingið fær bert 30 tingfólk sambart hesi kanningini og er hon ein dyggiligur smeitur fyri samgonguna, sum hevði 18 tingfólk men sum nú bert fær 14. B og C, sum eru í andstøðu, fáa meiriluta einsamallir, 16 av 30 tinglimum.

Tað er greitt, at stóru vinnararnir eru B og E, meðan stóru tapararnir eru A og D. Men C, sum hevur verið í andstøðu øll hesi árini, fær ikki tað góða valið, sum flokkurin hevur vónað og lagt upp til, tí hann stendur í stað. Missir mannin í Norðstreymoy og fær nýggjan í Sandoynni. Tá hugt verður nærri eftir tølunum hjá B og E, sum standa hvør sínu megin á polarisetingsaksanum, er greitt, at valið fyri mong er ein spurningur um samband ella fullveldi. Hetta er spell hóast tað er skiljandi. Og skiljandi tí at E hevur skapt eina so stóra ræðslu í fólkinum við sínum víðgongda fullveldispolitikki, at tað harvið hevur rikið atkvøður úr øllum ættum inn í sambandsleirin. Og hvat skal E brúka hetta til! Slík gongd gagnar so ikki E ella teimum flokkum, sum liggja á miðjuni og vilja størri sjálvstýri.

Vit byggja einki land við sambandi ella fullveldi. Vit byggja bara land við einum hóvligum men miðvísum sjálvstýrispolitikki og einum vælferðarpolitikki, sum fevnir um okkum øll. Polariseringin steðgar í veruleikanum allari menning og hon forðar fyri, at tað verður rikin konstruktivur konsesuspolitikkur, nakað, sum vit øll hava brúk fyri, eisini B og E.

Tað er tí at vóna, at flokkarnir á miðjuni í føroyskum politikki og her er C tann størsti, megna at venda gongdini. Tað ringasta, ið kann henda fyri land og fólk er ein svart/hvít antin ella støða, við einum stórum sambandsflokki og einum stórum Tjóðveldisflokki, har tað als ikki ber til at reka ein skilagóðan politikk. Tað er tí avgerandi, at teir politikarar, sum mynda flokkarnar á miðjuni, fram til valið megna at sannføra veljararnar um, at polariseringin tænir ongum av okkum. Hon bara setir enn meira split í fólkið og ger tað uppaftur torførari at finna skilagóðar loysnir, ið lýta frameftir. Polariseringin snýr seg um samband ella fullveldi. Víðgongda fullveldistilgongdin er longu steðgað, og tí eiga allar kreftir at brúkast til at menna hetta samfelagið á øllum økjum.

Sosialurin