Hetta, at útbúgving og mentan gerast høvuðsevni í valstríðnum, hóast politisku leiðslurnar ivaleyst høvdu ynskt sær onnur evni, er sera áhugavert. Hetta ber meira enn nakað annað prógv um, at Føroyar eru partur av altjóðagerðini og hetta er fyri tað annað dømi um, at veljarin vil hava eina øðrvísi dagsskrá. Nú eru so hesi evni komin upp, flokkarnir kýta seg við at koma við boðum uppá nýggjan útbúgvingar- og mentanarpolitikk. Spakuliga flyta vit okkum frá at tjakast um, hvar skúlar skulu standa til tann stóra spurningin: hvat skal innihaldið vera? Hvat skulu børn og ung nema sær av kunnleika til tess at kunna fóta sær í altjóðagjørdum heimi? Hvussu skulu førleikagevandi útbúgvingarnar skipast, um vit – t.v.s. ungdómurin, vinnan og samfelagið skulu kunna gerast kappingarfør í einum altjóðagjørdum heimi, har alt snýr seg um kapping?
Sama myndin er galdandi fyri mentanina. Eingin flokkur tóktist í byrjanini hava eitt boð uppá mentanarpolitikk í altjóðagerðini. Jú, løgmaður við síni frálíku Visjón 2015, men hana tóktust hann og flokkur hansara at hava gloymt alt um, tá valstríðið byrjaði. Nú er mentan eitt hitt heitasta evnið á valfundum, og veljararnir eru heilt opinbert sera áhugaðir í hesum evni. Hvat vilja flokkarnir? Hvussu vilja teir takla altjóðagerðina? Hava teir eitt mentanarpolitiskt boð uppá hesa ómetaligu avbjóðing? Næstu dagarnar fara vit ivaleyst at gerast eitt vet klókari. Samantikið kann staðfestast, at uttan mun til, hvør skipar samgongu sleppur hendan samgonga ikki undan at reka ein virknan, framskygdan og úrslitasøkjandi mentanarpolitikk. Her hava flokkarnir veruliga fingið nakað at hugsa um, og íblásturin finna teir ikki betri enn júst í Visjón 2015.
Sosialurin