Tað er jú soleiðis, at framsóknarfrælsið verður útinnt undir ábyrgd fyri revsilógini og lógini um fjølmiðlaábyrgd, sum verja fyri ærumeiðing. Tað er hetta, sum andaligu leiðararnir í muslimska heiminum ikki skilja. Í teimum muslimsku londum, har øsingin um tekningarnar er størst, finst einki pressufrælsi. Har avger stjórnin einsamøll, hvat ið skal vera loyvt at seta á prent ella varpa út. Tað er tí fyri ein stóran part trótandi vitan um okkara norðurlendska fólkaræði, sum gevur gróðrarbotn fyri hesi øsingini. Men sjálvandi eru tað onnur viðurskifti, ið mynda bakstøðið fyri hesi øsing, sum hevur tikið vinnulív og stjórnir í Norðurlondum á bóli. Hesi viðurskifti hava nakað at gera við innanríkispolitiskar trupulleikar í ávísum arabiskum londum.
Øsingin hevur givið vinnufyritøkum í Danmark og Noregi stórar trupulleikar, og hetta ger so spurningin um leiklutin hjá stjórnunum aktuellan. Skal ein stjórn í einum demokratiskum landi biðja um fyrigeving fyri, at eitt blað undir verju av pressufrælsinum viljað ella óviljað kemur til at fornerma eitt trúarsamfelag, sum fevnir um meira enn ein milliard og sum sasmtundis er týðandi marknaður? Ella sagt meira kontant: skal ein demokratisk stjórn seta pressufræslið til viks fyri at bjarga ordrum og arbeiðsplássum? Ja, sigur vinnan nei siga pressan og demokratar flestir. Hetta er ikki so einfalt, sum tað tykist. Og hetta er helst orsøkin til, at forsætisráðharrin ikki gav umbering men bert harmaðist um, at hundraðtals milliónir av muslimum vóru firtin av Muhammedstekningnum.
Forsætisráðharrin hevur tí einki val. Hann kann ikki geva umbering, uttan at gera seg inn á grundleggjandi fortreytir fyri aldargomulm donskum fólkaræði. Tískil kann hann bert harmast. Danmark er vorðið eitt multietniskt og multimentanarligt samfelag. Hetta krevur, at allir partar sýna virðing hvør móti øðrum í øllum viðurskiftum. Gera danir ikki tað og gera etniskir bólkar og trúarsamfeløg ikki tað, so gongur tað galið. Tað kann ganga heilt galið sum t.d. á Balkan. Hetta gongu báðar sjálvsagt vegir. Nýdanir ella innflytarar mugu eisini skilja, at danir hava nøkur virði, sum eru so grundleggjandi, at missa danir hesi, so er Danmark fokið sum fólkaræði. Her hava allir myndugleikar, stovnar og pressan eina stóra uppgávu nevniliga at fáa allar partar at skilja, at eitt multietniskt og multimentanarligt samfelag setir onnur og nýggj krøv til upprunaborgarar, nýdanir, skúla, myndugleikar og fjølmiðlar. Hetta er eingin lættur setningur, men jú longur bíðað verður við at greiða hann, jú truplari verður uppgávan.
Sosialurin