Oddagrein· Ráðstevna í Føroyum um blokk og búskap

Í orðaskiftinum í seinastuni um hvør segði hvat og ikki, í samband við ráðstevnuna hjá Norðuratlantbólkinum, er ymiskt, ið átti at verið ósagt. Spell at nógv er vorðið misbrúkt, misskilt og mistulkað og m.a. hevur ført til, at navngivnir persónar sum eitt nú formaðurin í Búskaparráðnum, hava verið fyri ov hvøssum og í summum førum beinleiðis órímuligum atfinningum.

Lat okkum koma víðari. Og ikki steðga her við kegli og ósemjum, ið onga leiða føra. Vit ivast ikki í, at her í Føroyum eru nógv, ið kundu hugsað sær at sagt sína hugsan um, hvørja ávirkan blokkurin hevur á føroyska samfelagið. Sum í næstan øllum málum viðvíkjandi búskapi, so er serfrøðin so langt frá á einum máli viðvíkjandi hesum, og tí er týdningarmikið, at vit stimbra kjakið her í Føroyum fyrst og fremst.Og lat tað vera sligið fast, at sjálvandi skal ein serfrøðingur sum formaðurin í Búskaparráðnum ongantíð vera bangin fyri at trína fram við sínum sjónarmiðjum, tí annars gerst almenna tjakið alt ov fátæksligt. Tvørturímóti tørvar okkum, at serfrøðingar av alskyns slag í nógv størri mun geva sítt íkast til samfelagskjakið. Tað er eisini teirra skylda. Í nýggja debatforum okkara, Tinghelluni, bjóða vit til eitt slíkt orðaskifti.

Tá nú hetta tiltak, ið Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri og tað mesta av eftirspælinum er farið framvið borðinum, latið okkum líta frameftir og royna at lýsa málið um blokkstuðulin og búskapin út í æsir her í Føroyum við á eini ráðstevnu. Hetta mátti havt áhuga hjá øllum politiskum flokkum og ikki minst millum føroyingar, ið kanska hava gloymt søguna hjá blokkstuðulinum.

Tað eru bert 16 ár síðani blokkstuðulsskipanin bleiv innførd av táverandi samgongu millum Javnaðar-, Tjóðveldis-, Sjálvstýris- og Framsóknarflokkin. Skipanin avloysti refusiónsskipanina og var hildin at verða eitt stórt framstig í føroyskum sjálvræði. Tað kundi verið áhugavert at hoyrt, hvørjar tær politisku grundgevingarnar ´vóru fyri hesi skipan.

Søgan er sera týdningarmikil at kenna, tí annars gerst kjakið rótleyst óansæð hvat fakøki talan er um. Eitt búskaparligt orðaskifti um blokkin, skal sjálvandi verða á einari slíkari ráðstevnu, ið vit skjóta upp, við luttøku frá serfrøðingum úr tí privata eins væl og frá tí almenna. Viðhvørt kunnu munir verða á, í hvørjum perspektivi samfelagið verður sæð frá, hjá hesum báðum bólkum. Tað kundi verið gott at fingið eitt breitt orðaskifti, ið kanska kundi ført okkum eitt sindur framá. Konsensus fer man sjálvandi ongantíð at fáa, so leingi talan er um búskaparfrøði, ið so langt frá er ein eksakt vísund.

Tað skal verða okkara áheitan á politikarar og eitt nú føroyskar búskaparfrøðingar at royna at fáa í lag eina slíka ráðstevnu um blokkin og búskapin her í Føroyum. Tað er eftir øllum at døma ein stórur tørvur á at varpa ljós á og skifta orð um, hvørja ávirkan blokkstuðulin hevur á føroyska samfelagið og hvønn leiklut hesin skal hava í framtíðini. Hetta er komið sjónliga til sjóndar í seinastuni og eru meiningarnar sera ymiskar ? eisini millum fakfólk. Men latið okkum fáa eitt opið og sakligt orðaskifti.

Sosialurin